mánadagur, 26. januar 2015

Neistin vann javnleikin


Neistin-H71: 23-23 (10-11)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Úrslitini í fyrru hálvfinaludystunum (hjá monnum) lagaðu seg soleiðis at onki er avgjørt. Tað bleiv javnleikur í báðum dystum.

Í fyrradagin spældu Kyndil og VÍF, og í gjár spældu Neistin og H71. Javnleikur í báðum dystum merkir, at einki kann sigast frammanundan. Øll fýra liðini kunnu koma í finaluna. Hetta verður avgjørt mikukvøldið í Vestmanna og í Hoyvík.

H71 vann sær fyrimun at spæla heimadyst í seinna hálvfinaludystinum. Hetta skuldi verið ein fyrimunur, men hetta er heldur ivasamt, tí Neistarnir spæla minst líka væl í Hoyvík, sum teir gera á Hálsi. Vit hava lindi til at meta Neistaliðið sum eitt heldur lættari mótstøðulið, og hetta er er grundleggjandi vandamikið útgangsstøði. Mikudagin mugu vit leggja hetta til viks og spæla við fullari orku og røttu konsentratiónini. Hartil mugu vit vísa nakað væl meir av grammleika, enn vit vístu í dag.

Nú stendur á Portalinum, at Neistin kom best frá byrjan, men kanna vit dómaraseðilin so síggja vit, at Neistin skoraði fyrsta málið, men annars var tað H71, sum lá frammanfyri allan dystin á tamb. Vit mistu á stokkinum (júst sum hjá VÍF móti Kyndli), Neistarnir bjargaðu sær ein javnleik í seinastu sekundunum. Tað, sum helst stóð eftir í minninum, var góða málmansavrikið hjá Mikkjali í Neistamálinum. Fyrstu løtuna læsti hann snøgt sagt málið av, hjá H71 bar ikki til at skora. Hetta vardi tó ikki meira enn 6 minuttir. Avrik sum hesi hava størri týdning, enn man gevur sær far um, og møguliga var góða byrjanin hjá Mikkjali við til, at fleiri á H71 liðinum ikki sýndu somu álopsdygdir, sum teir vanliga vísa.

Í stuttum kann sigast um dystargongdina, at Neistin rann aftaná allan dystin. Tað var ein ávísur vandi fyri, at tað fór at slitna, og at H71 skuldi vinna stórsigur. Soleiðis varð tó ikki, og munurin gjørdist ongantíð meira enn trý mál. Tá 2. min restaðu í, var støðan 22-20 til H71, men dysturin endaði javnur, 22-22. Neistin fekk brotskast, tá 10 sekund manglaðu, og tað varð sett trygt í málið.

Fyri Neistan var onki at ivast í, at Mikkjal í Neistamálinum hevði stóran leiklut í, at tað eydnaðist teimum at fáa ein javnleik. Hjá H71 vóru tað fleiri av leikarunum, sum ikki leiktu tað, teir kunnu, men tíbetur spældi Mark upp til sítt allarbesta. Hann skoraði 9 ferðir (við brotskøstum) og vísti teknisk góð skot. Eisini mugu vit nevna Rúna, sum skeyt 7 mál og Hanus, ið vardi H71-málið væl.

Tað var nú spell, at vit ikki vunnu, men í dystinum í dag sóu vit tó eina stórhending fyri felagið. H71 hevur fingið ein rættiligan langskjútta. Nakað, sum hevur stórliga mangla í nógv harrans ár, men í dag vísti Hilmar Leon Jacobsen at langskjúttin er komin. Hann er langur, loypur høgt, dugur røttu timingina og hevur tað rætta høggið. Tað blivu til tvey mál í dag, men tað er onki at ivast í, at hetta bert er byrjanin til eina langa røð fyri framman. Lat okkum eisini vóna, at Hilmar Leon bert er tann fyrsti av fleiri, ið fara at koma.

Mikudagin mugu vit vera nógv meira konsentreraðir, enn vit vóru í dag. Verjan, ið hevur spælt ótrúliga væl í seinastuni, má finna stevið aftur og finna góða spælið fram aftur. Skilagóði grammleikin í álopinum skal aftur liggja í øllum leikarum, og nærlagni í skotroyndunum er eitt “must”. Koyrið á dreingir! Ein dystur er eftir, og so eru vit í steypafinaluni.

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com