mánadagur, 26. januar 2015

Eitt mikukvøld í høllini


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Allan dystin sunnudagin visti tú líkasum, at hetta kundi enda við einum komfortablum sigri. Ikki so nógv javnleiki, men mest sannlíkt einum teprum sigri.

Ein komfi sigur hevði verið ynskiligur, ein 3-4 máls sigur, tí eg dugi ikki ímynda mær Neistan skora fleiri enn 3 mál meiri enn H71 í Hoyvík í avgerandi dysti.

Men tepran sigur? Slíkur er svikaligur. Og tað hava vit erfarað fyrr. Hetta, ikki veruliga at kenna setningin áðrenn dyst. Vissuliga, tú fert eftir sigri, men tað, at tú kanst smyrja teg við at tapa við einum ella tveimum málum, uha!, tað er vandamikið.

Nei, so er frægari at kenna setningin til fulnar. Og tað er júst tað, ein javnleikur gevur. Vit skulu vinna! Vinna vit, so eru vit í finaluni. Vinna vit, so bjarga vit leygardagin og vikuskiftið næsta fyri flestallar hoyvíkingar. Vinna vit, mála vit býin svartan.

Tí vit vilja í hasa steypafinaluna, so mikið er greitt. Sunnudagurin er svartur sum er. Vit eiga hasar Barnafinalurnar 8. februar. Men eitt steypavikuskifti uttan H71 í finaluni, ið veruliga telur, er ikki hugaligt.
Neistin hava eitt gott lið. Ein góðan málmann. Og høvdu okkara leikarir bara verið vetið meiri konsentreraðir ella sniðfundigir einsamallir við Mikkjal, so høvdu vit vunnið trygt sunnudagin. Men tað gjørdu vit ikki. Og gott tað sama, tí H71 er best, tá á stendur og setningurin er sólarklárur.


Eg eri ikki nervøsur. Eg gleði meg. Og tað vóni eg eisini, at leikarir gera. Tað er av hesum dystum, at tit venja at kalla árið runt. Ein kjaftafull Hoyvíkshøll við hondbóltsglaðum hoyvíkingum, onkur meiri garvaður enn annar. Teir heilt svakligu í horninum við gomlu inngongina, hinir spjaddir kring vøllin, strategiskt plaseraðir so at inna maksimalt trýst og stuðul.

Soleiðis sum bláu dollargrinini leikaðu í eftir síðsta bríksl, hevði uttanveltaður áskoðari hildð, at teir vóru komnir í finaluna. Upplivilsið fekk meg at minnast aftur á hasar søgurnar hjá pápa, tær um jól fyrr í tíðini, har tú gróthart og skjótt lærdi at gleðast um tað alraminsta. Ein ullint húgva í ár, kanska tvær næsta ár. Vart tú heppin, var ein appilsin uppií.

Eg hevði hoppað niðureftir, høvdu okkara leikarir leikað so í eftir dystarlok. Ikki tí, javnleikur ímóti H71 á egnum vølli er kanska endað sum eitt bragd, og tað kundi so lætt verið verri hjá Ákasa monnum... men gleðistár?

Gleði er feitt, men fyrst eftir loknan gerning. Og gerningurin hjá H71 er at enda í hasi finaluni. Gleðast í ein tíma ella so, síðani stýra sín hug at finaluni 10 dagar seinni. At dansa í sirkuli og syngja um lítla Óla, sum í líðini gongur, er fyri mammudreingir.

Um Sigmundur Dahl vísir veg í verju, Mark í álopi væl hjálptur av eini meir knívskarpari álopsbylgju, so fer at bera til. Sigmundur var ein brandur í verju. Óføri Jugo var tamur sum eitt óforelskað íkorn. Og tá neyðugt var at stoyta, gjørdi hann tað, hvat Sjúrður bókstavliga fekk at føla.

Aðramáta kann eg bara mæla til, at tit renna Neistan um koll. Vit eru sterkari, skjótari og orka meiri. So brúkið tað!

Mikukvøldið er svart, so kolasvart!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com