mánadagur, 2. februar 2015

Bindiklubbakvøldið riggaði væl


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

G14 og G17 og avvarandi skipaðu fyri einum bindiklubbakvøldi í Skúlanum við Løgmannabreyt seinasta fríggjakvøld.

Hetta er liður í peninga-innsamlingini hjá gentunum, sum saman við restini av H71 fara til Göteborg í Svøríki at luttaka í kenda Partille Cup.

Pláss var fyri 150 luttakarum, og tiltakað var fullteknað. Orsakað av illveðri hetta kvøldið bar tó ikki til hjá øllum at koma.

Á skránni var tos við sniðgevan Beintu Festirstein, sum hevur fyritøkluna Sniðálvsdóttir. Hon greiddi frá, hvussu hon sniðgevur og um avbjóðingarnar við at stovna egið virki. Síðani vístu H71-leikarar - børn, ung og vaksin - fram bundin klædnapløgg frá Beintu, Igloo og Navia. Framvísingar vóru eisini av klæðum, garni og øðrum, har Hondarbeiðsbúðin

Mariannu & Rasmus og Hallaluja-Sofus sungu nakrar sangir, og so vísti Ann-Mari Mouritsen fram málningar.

Og afturat øllum hesum var terta og salat, køkur og ymiskt gott at drekka. Eisini var lutaseðlasøla við hópinum av góðum vinningum.

Alt í alt eitt stak gott kvøld. Og vit ivast ikki í, at tiltakið verður endurtikið. Til næstu ferð skula onkrar smávegis broytingar gerast, og tær vilja bara gera tiltakið enn betri.

Nakrar myndir vórðu tiknar hetta kvøldið. Tær eru savnaðar í ein film, sum liggur her á Youtube.

Takk fyri stuðulin, øll tit, sum luttóku   :)

---




Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com