1. februar 2015

VÍF var betra liðið


VÍF- H71: 25-19 (13-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Dysturin í dag kundi verið eitt slag av plástri omaná tapið ímóti Neistanum í steypakappingini, men hetta bleiv onki plástur. Vit taptu dystin.

Høvdu vit vunnið, kundi hetta verða tað, sum danir rópa ein “milepæl” í góðu gongdini fram ímóti einum finaluplássi, ið nú verður heldur torførari, enn tað annars kundi verið.

VÍF legði seg á odda 3-0 beinanveg, og tað sá avgjørt einki serligt út hjá okkum. Hetta var tó bert byrjanin, tí eftir eini løtu gekk betri, og eingi katastofuljós blunkaðu. Hálvleiksstøðan gjørdist tó 13-10, so ein ávísur munur var.

Í fyrru helvt av seinna hálvleiki hevði mann eina kenslu av, at hetta nokk skuldi fara at ganga, og í hvussu er ein spennandi endi. Tá 16 min. vóru leiktir av seinna hálvleiki, var bert eitt mál á muni 17-16 til VÍF. Hetta var so nær, vit komu, tí seinastu minuttirnar hepnaðist alt nógv betur hjá heimaliðinum enn hjá okkum. Teir drógu frá og vunnu ein tryggan 25-19 sigur.

Tá ein tapir, er onkursvegna lættari at síggja, hvat skuldi verið gjørt betri enn at festa seg við alt tað góða í einum dysti. Tað vóru avgjørt góðar løtur í dystinum, og tað mest eyðsýnda var, at Hans Kári og Jesper í høgru álopssíðu høvdu ein góðan dag. Báðir trýstu væl og søktu at málinum nógv meira, enn vit hava sæð í seinastu dystunum.

Annars sýntist tað ógvuliga torført at fáa bóltin í netið. Málmaðurin hjá VÍF var ringur at koma framvið. Hetta ger, at atsóknarhugurin ikki verður so góður, og skotábyrgdin ofta verður latin til onkran annan í staðin fyri at royna sjálvur. Tað, sum vit hava sæð seinastu dystirnar, báðir dystirnir ímóti Neistanum, partvís eisini móti Kyndli og Team-Klaksvík, og so í dag, er, at málmennirnir í Atlantic-deildini eru blivnir so mikið góðir, at tað nyttar ikki bara at skjóta ótilvitað ímóti málinum. Málmennirnir taka so at siga øll skot, sum eru til at lesa. Hevur tú ikki munagóða skotkraft, so má skotið fjalast ella málmaðurin lumpast. Har er onki at gera við.

Bæði Mikkjal Hansen og Tóki Seloy eru nógv sterkastir í armshædd, málmansspælið hjá teimum eru armarbeiði. So kann ein spyrja seg sjálvan, hvussu tað ber til, at nógv tað mesta av skotroyndunum eru júst har, møguleikin at fáa mál er ringastur. Í dag var tað stórt sæð bara Hans Kári, sum brúkti gólvið sum hjálp. Skotkvaliteturin er snøgt sagt ov vánaligur, og menn mugu geva sær meiri far um at fáa mál, tá skotið verður uppá mál.

Í dag spældu vit móti hægstu miðverju í landinum. Heini og Sámal eru bæði stórir og sterkir. Útlit til at fáa mál júst har eru heldur lítil. Tó so, ein maður sum Mark, dugir at benda skotið framvið verjuni og er knappur, tá hann skjýtur, soleiðis at málmaðurin ikki sær bóltin, fyrr enn hann er í netinum. Flestu málini í dag komu júst burturúr støðum, har málmaðurin ikki sær, hvar skotið verður sett (Mark, Jesper og Rúni).

Viðvíkjandi verjuni, so mugu vit staðfesta, at vit mangla at koma upp á sama góða støði sum undan jólum. Ári, sum hevur staðið ómetaliga væl nógvar dystir, bleiv avloystur nakað inn í fyrsta hálvleik av Tóraldi, sum kláraði seg heilt væl. Vestmenningarnir vóru ágrýtnir at herja á, og ofta skjótt og beint ímóti málinum. Nakað sum vit ikki reiðiliga vóru fyrireikaðir uppá. Hetta hevði ofta við sær, at verjan bleiv ov opin. Vit hava brúk fyri at tetta verjuna aftur, fáa ró og konsentratión.

Tað er ikki fyri einki, at VÍF liggur á odda í kappingini. Teir verða annar parturin í finaluni, spurningurin er bara hvørjum teir skulu spæla ímóti. Vit liggja enn væl fyri og kunnu í veruleikanum avgera alt sjálvi. Nú hava vit spælt tríggjar minni góðar dystir, og nú mann fara at ganga betur. Ágrýtnari í verjuni og grammligan tryggleika í álopi, so man fara at bragda. Koyri nú á!

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Janet Fríða Johannesen   212211 jj@atlanticon.fo
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
         
           
  Ábyrgd av faldara      
  Erland Jensen   243534 erj@ft.fo
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo