mikudagur, 4. februar 2015

Bita í Bowlinghøllini


Steypasunnudagin ber til at fáa sær ein bita í Bowlinghøllini á Hálsi í Havn.

Nú nærkast steypabrakini í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnudagin.

Mong vera ivaleyst í høllini og stuðla mongu H71 liðunum, sum leika sunnudagin. Meeeen - ein bita mugu fólk sjálvsagt eisini fáa stundir til.

Tískil hevur H71 avtalað við Bowlinghøllina á Hálsi, at steypasunnudagin ber til hjá leikarum við familjum at keypa døgurðabuffet har frá kl 14 til 20.

Prísurin er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn undir 13 ár. Vónandi verður talan um eina gleðismáltíð heldur eina uggingarmáltíð.

Koyr á Hoyvík koyr á - síggjast :)
 

Steypadystirnir í vikuskiftinum eru hesir:

Leygardagin 7. februar:
Kvinnur, kl. 13:30 Neistin – Kyndil
Menn, kl. 16:00 Neistin – VÍF
*Dreingir 18, kl. 18:00 H71 – StÍF

Sunnudagin 8. februar:
Gentur 10, kl. 12:50 Neistin – VÍF
*Dreingir 10, kl. 13:30 H71 – VÍF
*Gentur 12, kl. 14:10 EB – H71
*Dreingir 12, kl. 15.00 H71 a – H71 b
*Gentur 14, kl. 15:50 H71 – Kyndil
*Dreingir 14, kl. 16:50 H71 – Tjaldur
Gentur 17, kl. 17:50 Stjørnan – Kyndil
*Dreingir 16, kl. 19:00 Kyndil – H71

Vit hava altso lið við í 7 av 11 finaludystum. Og legg merki til finaluna hjá D12 - reint H71!
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com