leygardagur, 7. februar 2015

Tillukku, Neistin og VÍF


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Myndir: Jens Kr. Vang / portal.fo

Tá ið tað ikki ber til hjá okkum at enda í steypafinaluni hjá teim vaksnu, so er bert at eygleiða tey lið, ið kláraðu tað.

Tann eina finalan, kvinnufinalan, var kanska ikki tann mest spennandi av slagnum. Tað var hin, mannfólkafinalan, hinvegin. Sindur yvirraskandi, má sigast. Nakað vent á høvdið í mun til tað, vit ekspertar annars roknaðu við fyri dystarbyrjan.

At Neistin megnaði at geva vestmenningum skarpan gang, ja, tað høvdu tey fægstu kanska roknað við. Tað hevði eg faktiskt roknað við. Men tá fullvegis treytað av, at røsku klemmidreingirnir hjá Áka fingu eina góða byrjan: tað vil siga, megnaðu at fylgja við at byrja við.

Tí tá so er, hava teir hatta, fyri H71, irriterandi lyndi at liva víðari á hasi Oh I'm Happy-alduni tvørturígjøgnum dystin. Ein gleðisdrongur fyri og annar eftir parera teir ordra frá síðulinjuni, og hatta sirkul-samanhaldið kemur veruliga til sín rætt.

Óført--love it!

At fylgja við gjørdu teir. Og tí fingu vit eina ikki sørt góða og spennandi finalu. Men VÍF er akkurát, og kanska væl tað, besta lið í landinum í ár, og við royndum leikarum sum Sámal og Heina, og Agnar, ikki at gloyma, togaðu teir steypið til Norðurstreym. Ball í Bryggjuni 2nite, hugsi eg.

Áki og eg eru starvsfelagar, og tí hevði verið stuttligt við kommunalum sigri; eisini tí tað er siðvenja fyri at bjóða rimmar lagkøku dagin eftir ella dagin eftir-eftir gull er vunnið. So er í Nonnuskúlanum.

Men gakk, eingin lagkøka og "lítli Óli á fjalli" tra-la-la mánadagin! Hinvegin kann eg so øgiliga væl unna Agnari eina gullmedalju eftir nógv kjøtleys ár í gul-bláum. Eisini gott at síggja gullið ferðast millum lið kring landið. Serstakliga gott fyri hondbóltin í tráð við at hann mennist í hvørjum.

Tillukku, VÍF!

Har vit ivaleyst væntaðu eina ordans finalu, var hjá kvinnunum. Men finalan var eitt vónbrot. Bæði leikliga og í spenningi. Eitt sindur sum í fjør. Men Neistin avgreiddi sín setning, og uttan Biritu Wardum, verjuekspertin, ja, tá var tað í álvara upp til Marjuna Danberg at traðka í leiklut av nýggjum. Og tað hon gjørdi.

Neistin vann ein uppibornan sigur, og tað er ikki so nógv annað at siga, at Neistin heldur á við sínum flottu traditiónum á konufólkasíðuni í føroyskum hondbólti.

Tillukku, Neistin!

Virðingarfylst,
H71

Seinasta nýggja: Okkara D18 eru steypavinnarar 2015; teir vunnu í kvøld 29-26 á StÍF.
Stórt-stórt tillukku við tí!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com