mikudagur, 18. februar 2015

Nú er at halda tørn


Skrivað hevur: Agga Niclasen

--2 dystir um somu tíð, ein í Kollafirði, ein í Havn

Tann í Havn er millum Kyndil og VÍF. Spælir VÍF sum í steypafinaluni, fáa teir tað trupult ímóti vindorkuni. Ein orka, ella mangul upp á somu--vit tosa hóast alt vindorku--sum vísti akkurát onga ímóti okkum sunnudagin. So har er ótroytt orka. Og við Edvardsen koma málini, hóast eisini hann hevði trupult at seta í hægri gervi.

Tað er vánaligur stílur at hyggja, so eingin sær, at gongdini í øðrum dystum; sum um H71 má lena seg at øðrum. Men so er. Vit eru í tí støðu, har VÍF gjarna skal vinna á Kyndli og liðum, ið aðramáta eru avbjóðarir til hatta gylta 2. plássið, ið er atgongumerki til FM-finalurnar.

So vit í Kollafirði fara at ræna til Havnar í tíð og ótíð at finna útav, hvussu gongst í tí, sum eftir eitt soltið tíggjuáraskeið aftur er við at blíva eitt slag av einum klassikara.

Men hetta broytir ikki H71sa setning. Petur og Halgir skulu fyri alt í verðini skíta á handa dystin í Havn. Tí 2 stig í Kollafirði verða ikki bara søt, men kunnu blíva fullvegis neyðug.

KÍFarir eru ikki sama ræðandi megi sum fyrr. Ikki eftir Selvig er farin. Hasi kontraini... PUHA. Men Hans Eli er skjótur sum ein pantari, so hann kann eisini blíva ein óhugalig hóttan, um ikki vit avslutta ordiligt.

Og Weyhe-brøðurnir eru aftur. Hetta Kollfjaðrasvar uppá Starsky & Hutch. So at koma ígjøgnum verjuna verður ikki nøkur løtt uppgáva. Og, sum vit hava erfarað til miklan kostnað nakrar ferðir seinastu dystirnar, so er hjá okkum yvirhøvur ikki nokk at koma framvið verjuna, ið annars er umleið 50 prosent av arbeiðnum. Nei, fyrst forbí verjuna, ella inn ímóti, og so restar umleið 80 prosent eftir av arbeiðnum: at bloody skora!

Vit vóna, at hetta kemur í rættlag í morgin, og at okkara verja er eins stinn sum sunnudagin, har vindur tók seg út sum, ja, wind... ið merkir fratistingur á enskum. Sig so tað!

Tí vinna vit, so eru Kyndil og vit javnir í stigum, tó so at H71 hava ein dyst til góðar í mun til einaferð so FM-vanda havnafelagið. Um ikki, so eru vit enn 2 stig aftanfyri, ella 4, um VÍF undirmetir gomlu erkafíggindarnar á Hálsi.

Tað hevði verið minni gott, og dekan so tíðliga hjá vestmenningum at spekulera í "lættasta" mótstøðuliði í FM-finalu í apríl, so har kunnu vit bara rokna við, at Ingi og bonkurin fara at leggja alt fyri at halda stimandi stílin.

Vit elska hondbólt, og tí er tað við gleði og spenningi, ikki við ekka, at vit skoða túrin eftir Kaldbaksvegnum í morgin.

Koyr Á Maskinuna, tí framtíðin er so kolasvørt!!!!!!!!!!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com