mikudagur, 25. februar 2015

H71 liggur nú nr. tvey


H71-Team Klaksvík: 37-16 (19-10)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Í tíggju minuttir vóru tað tvey jøvn lið, sum spældu, so var liðugt hjá gestunum.

Team Klaksvík hava argað okkum fleiri ferðir fyrr. Vit skulu ikki longur aftur enn til steypakappingina, tá teir heldur óvæntað vunnu við tveimum málum, so onki var avgjørt frammanundan í dag. Tíbetur endaði dysturin við stórsigri til H71, 37-16. Ein og tjúgu mál á muni.

Í tíggju minuttir vóru tað tvey jøvn lið, sum spældu, til støðan gjørdist 5-5, so var liðugt hjá gestunum. Teir komu inn í ein óhepnan stima, fullu í fátt, og mistu hugin til at gera ov nógv burturúr. Úrslitið gjørdist hareftir.

Um sjálvan dystin er ikki so nógv at siga. Hjá Team Klaksvík var bara ein hóttan, og tað var Bogdan. Hann fekk sjey mál. Sámal á Tjaldrafløtti er altíð ein hóttan við sínum góðu langskotum, men tað var ikki hansara dagur í dag. Mesta spælið gekk um teir báðar og inn á strikuna. Vengurnir blivu so at siga ikki brúktir. Málmaðurin tók nokk so fitt av skotunum, men tað skal meiri til enn so.

Tá tað gongur so lætt sum í dag, ber ikki reiðiliga til at meta um, hvussu menn klára seg. Hetta vísir seg best, tá mótstøðan er størri, enn hon var í dag. Tóraldur, sum vardi málið í dag, hevði ein avbera góðan dag og var høvuðsorsøkin til, at gestirnir so skjótt mistu hugin. Eisini Jesper kláraði seg væl í dag. Hann hevur eitt gott skot, tað hava vit sæð, men í dag gekk serliga væl, og tað bleiv til sjey mál, eitt minni enn hjá Rúna (sum sjálvsagt eisini hevði ein góðan dag).

Seinasta kvarterið vóru tað mest teir ungu, sum spældu. Veit ikki reiðiliga, um tað er rætt at senda so nógvar ungar leikarar á vøllin í senn. Tað kann geva ov nógv órógv, og soleiðis ikki geva teimum líka nógv, sum teir vildu fingið í einum meira royndum hópi. Men undir øllum umstøðum, so gekk hetta væl, og teir fingu spælitíð.

Við sigrinum í dag komu vit upp á 23 stig, tað sama sum Kyndil hevur fyri eins nógvar dystir. H71 hevur bæði betri málúrtøku og betri innanhýsis úrslit, og tí liggja vit nr. tvey í kappingini. Ella við øðrum orðum: “á finaluplássi”. Vit avgera sjálvi endaliga úrslitið, so nú er at geva alt í øllum dystum. Tað er ongin frammanundan lættur dystur eftir í ár, allir eru sera torførir. Helst teir sum sýnast lættast.

Næsti dystur er sunnudagin. Hetta verður á Skála móti StÍF. Vit hava brúk fyri fjølmentum viðhaldsfólkum, og at alt liðið vísir konsentratión og vinnaravilja.

Koyri bara á !!!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com