mikudagur, 18. mars 2015

Dystur í finaluna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

So verður tað í kvøld. Uttan handa sigurin á Hálsi fyri viku síðani ímóti Neistanum høvdu vit trúliga havt knívin á barkanum.

Tað sama kann sigast um VÍF, um ikki teir vunnu á sama liði sunnudagin.

Ístaðin kunnu teir so leikandi lætt og ekkaleysir koyra ígjøgnum Leynartunnilin, steðga á við Effo-støðina í Kollafjarðardali, ein franskan og eina Harboe Squash, geva Inga og øðrum treingjandi burturav, og so koyra rundanum refleks-merktu seyðirnar allan vegin til Hoyvíkar. Nei, spyr ikki. Ókey, um tú insisterar, spyr RFF.

Taktikkfundurin verður fiksaður á veg suður via fartelefon ella Skype... tað av hesum, ið nú einaferð er í upplopi og hevur bestaðið á Staðnum.

Verjan siglir, hóast Heini mælir til frið á jørð og at blíva eitt við tí trýsti, sum fylgist við at vera nummar best... og eitt. Okkurt slíkt.

Óansæð, vestmenningar eru meiri avslappaðir enn ein hvíld koalabjørn á avstralska vesturlandinum í hesum døgum, har liðið kelar alla mótstøðu í fátt, sjálvt á einum vánaligum degi.

So har er einki trýst. Væl hava hoyvíkingar ikki nakað ágangandi trýst á sær, men tað eru vit, ið mugu vrika, skal sigurin og tvey øgilig Bónus-stig á kontuna.

Vit skulu ikki rokna við hjálp frá Neistanum, tí har er illa mannað. Spell, tí eitt gott Neistalið, tað sum spældi ímóti okkum, hevði á einhvørjum degi havt takið á Kyndilsmonnum. Enntá finalukandidatur. MEn tað má so bíða til næsta ár, har vit so fáa enn ein biðil til FM-heitið.

Í besta frælsisanda skulu vit ikki avrokna aðrasteðs ella grenja eftir stuðuli eysturi og vesturi, her og har, men "get on with it"--hvat frægastu onglendingar taka til. Um vit veruliga hava nakað uppá seg, so klára vit tað uttan eina eginframleidda ferðaútgávu av foodstamps, vanliga býtt millum neyðstødd. Tað er úr hesum anda, hesi atgongu, bestu sportsfólk og bestu musikarir spyrjast burturúr, í Englandi ikki minst.

So avrikið er á okkum. Og tá er H71 eisini søguliga best. Tá vit kenna setningin, og hitt liðið bara kann skuffa.

Vit ynskja vestmenningum vælkomnum til Hoyvíkar. Vit síggja til, at pútur og annað, ið kann fáa tann innara vestmenningin at taka sær av løttum, er til taks. Eg havi sjálvur óteljandi erfaringar av, at tú tá ert so suverenur, tá er eginliga best at lata friðin líkasum falla á seg.

Vit hoyvíkngar kunnu tó ikki gera so nógv annað enn hugsa hondbólt allan dagin, tað veri seg viðhaldsfjøld, bonkur og spælarir. Vit elska Mikukvøld í Hoyvíkshøllini, og við góðari fyrireiking og ekstremari konsentratión tvørturígjøgnum dystin, ja, tá hava vit ein kjans. Øll hava ein kjans. Eisini listi D.

Koyr á Hoyvík, koyr á!!!! Come on, framtíðin er svørt, so KOLAsvørt!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com