sunnudagur, 22. mars 2015

H71 eru best tá krøvini eru greið


Kyndil-H71: 22-25 (12-17)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Í hálvleikinum kom ein kendur hoyvíkingur framvið og sum helt, at støðan var hættislig. Nakað líknandi hugsaðu helst fleiri.

Prognosan spáddi sannlíkindini at vera 45-55 í dystinum í dag. Veruleikin vísti seg at vera júst soleiðis. H71 var betra liðið, og úrslitið varð, sum tað skuldi. Dysturin var tann higartil týdningarmesti dysturin í ár, og hatta greiddu tit bara heilt væl. Allir samlir. Úrslitið gjørdist 25-22 til H71.

Burtursæð frá allarfyrstu løtuni, so var tað H71, sum lá frammanfyri. Eina løtu í fyrra hálvleiki, tá tað gekk allarbest, vóru heili 7 mál á muni. Hetta var, tá 26 min. vóru leiktir, og støðan var 16-9 til H71. Hálvleiksstøðan var tó nakað lakari, 17-12 til H71.

Í hálvleikinum kom ein kendur hoyvíkingur framvið og sum helt, at støðan var hættislig. Nakað líknandi hugsaðu helst fleiri. Tað er ofta ringt at halda dampinum uppi, tá støðan tykist góð. Tað er so er skjótt, at fyrimunurin verður eitt haft um beinini. Nakað soleiðis gekk eisini fyrstu løtuna í øðrum hálvleiki. Kyndlarnir spentu boðan harðari, og úrslitið sást beinanveg. Málmunurin tók at tódna, teir skoraðu fimm mál, uttan at vit skoraðu nakað. Tá var bert eitt mál á muni (17-18), og átta minuttir leiktir av seinna hálvleiki. So gekk soleiðis, at H71 aftur legði seg framum við fýra málum. Helst var tað her, at dysturin varð avgjørdur. Tað er strævið at berja seg sjey mál fram, og so missa tað aftur, júst sum drigið var upp undir lúnningina. Tað kostar kreftir at berja seg fram, og H71 vardi manniliga. Dúgliga varð skift út, soleiðis at kreftirnar skuldu strekkja sum longst, tí har var nógv orka brúkt. Tvær ferðir gekk á sama hátt, og tá 57 minuttir vóru leiktir, var støðan 22-23 til H71. Spenningurin var øgiligur, men dysturin endaði 25-22 til H71.

Tóraldur stóð í málinum tað mesta av dystinum, og hann stóð óføra væl. Tá hann seint í seinna hálvleiki varð avloystur av Ára, so stóð hann onki aftanfyri Tórald, og bjargaði hópin av skotum. Gott at hava góðar málmenn. Mladen í hinum málinum er heldur ikki fyri “nothing”.

I dystinum í dag var álopið samanlagt betri enn verjan, serliga í byrjanini. Góða málmansspælið hjá Tóraldi gjørdi, at hetta ikki hevði so stóran týdning. Í álopinum, ið hevði nakað sama góða “drive” sum í fyrra hálvleiki í VÍF dystinum, var gott at síggja góða “gamla” Hall aftur, sum spældi ein fínan dyst. Hallur, Mark og Pætur skoraðu allir fimm ferðir. Pætur spældi eisini ein framúr góðan dyst á vinstra vongi. Serliga hegnisligt var tað síðsta málið, sum vísti ein skjóttuppfatandi og kvikan ungan mann við rætta vinnaravilja; eftir miseydnað skot uppá mál var hann skjótur, og burtur úr leysari luft var komin framvið, fangaði bóltin og sementeraði sigurin fastan til 25-22.

At kreftirnar vóru brúktar sást í óneyvu skotunum til seinast. Tað var ikki nógv eftir.

Við sigrinum í dag er støðan soleiðis, at Kyndil liggur nr. 2 og hevur tveir dystir eftir at spæla. Ein ímóti VÍF í Vestmanna og heima ímóti KÍF. Vinna teir báðar, so má H71 eisini vinna allar sínar tríggjar dystir, sum eru eftir. Tapir Kyndil t.d. móti VÍF, so ber til hjá H71 at koma í finaluna við at vinna tveir av teimum trimum dystunum, ið eru eftir. Hetta vita vit betur næsta sunnudag, tí tá leika VÍF og Kyndil, meðan H71 skal spæla heima ímóti KÍF. Hevði tað verið so heppið, at VÍF vann á Kyndli, og H71 vann á KÍF, so nýtist H71 bert at vinna annan av dystunum móti StÍF og Team Klaksvík

Sunnudagin hava vit brúk fyri fjølmentum viðhaldsfólkum, og at alt liðið vísir sama góða kampvilja sum í dag, so kunnu vit ikki krevja meira. Tá ivast vit heldur ikki í, at úrslitið eisini verður gott. Koyri bara á !!!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com