leygardagur, 28. mars 2015

Hugleiðingar um hvussu mann produserar - ísakaldar H71-fjepparar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Hetta er hugleiðing frá faldara 1 kappingarárið 2010-11; um hvussu tú, við heldur ótraditionellum ella ópedagogiskum midlum, produserar ísakaldar H71-fjepparar.

Og sum avgerandi dystur ímóti KÍF stundar til, hugsaði eg, at hugleiðingin í marginaliseraðum føri kann brúkast sum, ja, eitt hent hyggjuráð hjá foreldrum, ið ikki enn hava klárað at frelst síni børn at gerast samvitskuleysir H71arir.

Tankarnir, ið danna bakgrund fyri hesum máta at inndoktrinera uppá, koma frá júst kollfirðingum, tá teir vóru ordiliga góðir, og bláu dollargrinunum, tá hesir vóru tað sama.
Har eru sjálvandi aðrir mátar, men hey!

---

Áh, trúgv mær, tú hevur ikki hug at vita, hvat eg geri

Sunnudagar og leygarkvøld, og nú eisini mikukvøld, plagi eg at fara við børnunum til hondbótlsdyst at hyggja at H71. Hetta er alt ein partur av at inndoktrinera ungu Sadie Sigurrós, óvitan Malaki og lítlu Maiku Margretu til eitt lív sum H71-fjepparir... og skjótt verður tað túrurin hjá Onnu Bellu.
Eitt yvri, ein innpreting av hvat er hondbótlsliga rætt, ið sjálvt hasir mest fýrisligu stuðlarnir hjá al-Qaida høvdu ógvast um. “Fyri Guds skyld, slappa av, maður, lat børnini sjálvi bestemma”, høvdu teir óivað sagt.

Typiskt, sum fyrsti hálvleikur breiður seg út, gerst yngsti parturin av mínum barnatoymi alt meiri hvíldarleysur og áhugaður í tí slagi av átilsi og drekka, tú missur børnini uppá, skuldi hatta privatlívs-órógvandi Fólkaheilsuráðið slatrað til Barnaverndina.
Onkursvegna hava góðgætis-fabrikkirnar sannført míni aðramáta vælupplýstu børn, at teirra produkt er meiri týðandi enn Atlantic Airways-deildin.
Teirra ungu heilar vóru altso hugtiknir av sukurríkum og brúsandi skitti líka inntil hálvleiks og tvørturígjøgnum hálvleikssteðgin. Ein gandur, sjálvt hjáveran av týdningarmiklum fólki (sum tey nú ókeypis leita seg inn í Hoyvíkshøllina í hálvleikinum) ikki klárar at kollganga.

Tí avgjørdi eg at fortelja mínum óvitum, hvussu eitt lív fer at síggja út, um ikki tey innvolveraðu H71 í tað: eitt lív merkt av søplan, forargilsi og ótroyttum potentiali. Hinvegin, fingu tey varisliga at vita, “at halda við H71 er hondbóltsligi ekvivalenturin av at sniffa lím”. Soleiðis—meira skuldi ikki til at geva mær totalt uppmerksemi!

Fakta er, at tey frammanundan hildu meg vera nokkso kul, men nú hevði eg so skaffað fullkomna atgongd til teirra heila. Tað, ið fór inn í oyrað, kom ikki útaftur. Eg gav teimum teirra egnu, heilt persónligu, fúlt partisansku frásøgn, har eg fann uppá alt møguligt—oftani til tess at kompensera fyri hvat eginliga hendi í faktiskum neyvleika á gólvinum—við beinfrystari propaganda og hunddálkaðum lygnum. Her er ein úrdráttur frá eini heilt vanligari frásøgn, sum sjálvt Joseph Goebbels hevði skírt “einsíðað og fordømandi”.

Men fyst mátti eg skilja ímillum “okkum” og “hini”. Klassiskt: Divide and Conquer. Til dømis, “liðið í reyðum, Malaki og Maika Margreta, vit plaga faktiskt at kalla teir “teir reyðu djevlarnir”—tí teir eru so óndir.
“Og veitst tú hvat, nummar trý”, hvat eg eisini plagi at kalla tað næstyngsta (tey eru jú so nógv í tali nú, børnini!), “hasin maðurin úti á høgra bakki, nummar 7, hasin har, ja, hasin har, sum allatíðina togar í blusuna hjá Dánjali og skýtur eftir Levi, hasin fanin!, sært tú hann? ... Ja, og veitst tú hvat, góða, hann kann bert gera hatta har, av tí at hann dagliga ger menniskjaligar offringar til Satan”.
Hon hugdi at mær við hennara vøkru og óskyldigu eygum: “Álvara, babba, passar tað?” Eg stardi inn í hennara perfektu, lítlu eygu, hvørs “óserframleiddu brillur” darlaðu langt niðri á nøsini, sum hon leitaði míni egnu eftir tí minstu ábendingini um ósannleika. “Ja”, svaraði eg, ikki til at vika, “sjálvandi passar tað; nær hevur babba kanska pellað fyri tær”.

“Og, nummar trý, vanliga eru tað fittar, lítlar gentur, ja.faktiskt, sovorðnar sum tú, teir plaga at offra”. Men ikki tú, tí vit í H71 fara altíð at verja teg”. Hon nikkaði nervøst.
Og eg helt áfram... “Tað vil siga, lítla MM, at tað liðið, sum vit dáma, er tað, sum spælir í svørtum; teir eru djarvir og elska børn, og tí er tað, at teir vinkaðu til tín og øll hini børnini beint áðrenn dysturin byrjaði—minnist tú ikki?”
“Men, babba, teir virka eitt sindur forvirraðir beint nú—teir blíva við við at missa bóltin og kasta við síðuna av málinum”. “Teir eru bara so øgiliga spentir, góða”, svaraði eg.

Og tá ið Heini skorar fyri tað bláa liðið, tá plagi eg at fortelja mínum vælsignaða soni, nummar tvey, sum er so upplýstur, at hann ikki trýr uppá “alternativan heilivág”, ADHD, eiheldur jólamenn, at hann kann skora, tí at hann er politi, og teir, teir sleppa ALT.

Og tá ið teir vinna á okkum, fáa mínir nú skjótt innkarneraðu H71-ungar at vita, tá er tað tí at “teir hava so forbiið nógvar ferðir meiri pengar enn vit”. Tí er tað, vit bert keypa í Miklagarði eftir tilboðum, og bara meðan ongin annar sær.

Av og á, tað hendir!, rópar ein av okkara egnu áskoðarum eftir dómaraparinum fyri ússaligt avrik. “Nøøøøl”. Eg veit ikki ordiliga hvat eg skal halda um slíkan atburð, men tá tekur drongurin hendurnar frá oyrunum og, sum ungdómurin og Kvinnu-lesarir siga í dag, ‘joinar’ hatta happandi viðhaldsfólkið. Eftir at hava vigað fyri og ímóti, grundað á politiskt korrektsemi, valdi eg at løna honum við at geva honum okkurt, ið hevði fingið vaksandi herin av heilsufrikum at øtast. Eitt óøkologiskt súrepli.

Við dystarenda hevði eg fullkomiliga heilavaskað hasi óseku børnini. Prosessin fekk meg kortini at ivast, um hetta nú var sømilig atferð; ein slík, sum ÍSF og teirra lívsjáttandi “hvussu tú eigur at bera teg at”-reglar, beinleiðis umsettar úr donksum fyri okkara pengar, halda so kæran.

“Lat eg eina virðismikla gávu víðari til næsta ættarlið, ella fer hetta, at halda fanatiskt við H71, at gera nummar 1, 2, 3 og 4 kroniskt sorgarbundin og ódámligar borgarar?”
So, til tess at nærkast svarinum, kvissaði eg meg sjálvan: “Agga, hevur tað, at halda við H71, gjørt meg til eitt lukkuligt mannfólk?” Eg svaraði mínum egna spurningi yvirraskandi skjótt, og tað gingu ikki meiri enn fimm minuttir, og eg fór í holt við at spekulera í, hvussu eg kundi fáa fatur í H71-vørum, framleiddar við eini asins rúgvu av CO2 av brekaðum arbeiðsklassa-børnum í Burma.

Harumframt, og mestsum fyri at styðja míni avgerð um framhaldandi inndoktrinering, flennir Richard Dawkins, ein “klókur ateistur”, at hugskotinum um “eitt muslimskt pinkubarn ella ein kristnan dóp”, av tí at hesir eginleikar eru “fingnir til vega” og ikki viðføddir, og at tað hevði verið absurd at referera til ein pinkuling sum ein “H71-fjeppari” ella ein “violinistur”—sum helst er hví, hesir ikki-genetisku eginleikar eru so ógvusliga klemmaðir.

Forrestin, vit taptu.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com