7. apríl 2015

Finalurnar 2015


Skrivað hevur: Áki Mørk

-hugleiðingar og meting

Heimasíðan hevur fingið venjara Neistans, Áka Mørk, at gera forsøgn um hví og hvør verður føroyameistari í hondbólti 2015.


Áki Mørk
 

VÍF

Tey seinastu nógvu árini er hondbóltsárið altíð byrjað við eini metan av, hvør mann fara at enda í finaluni. Og ofta hevur verið spátt, at VÍF verður annað finaluliðið. Ofta hava teir eisini sjálvir átikið sær henda favoritt leiklutin, sum tó mangan er eitt sjálvmál í sjálvum sær.

Tað eydnaðist vestmenningum at koma í finaluna seinasta kappingarár, har teir tó taptu í móti kollfirðingum.
Í ár hevur VÍF verið á finalukós allatíðina og hava verið oddalið so at siga alt kappingarárið.

Hyggja vit at hópinum, so eru ikki tær heilt nógvu broytingarnar í mun til undanfarna ár. Broytingarnar hava tó verið sera hepnar og týdnigarmiklar.

Venjarin í ár er Ingi Olsen, sum vestmenningar jú kenna væl. Hann hevur havt ein týdningarmiklan leiklut fyri liðið. Her hugsi eg serliga um tað sálarliga í hondbólti. Gamalt var, at komu vestmenningar afturúr ella í ein aldudal, so komu teir sjáldan fyri seg aftur. Soleiðis hava teir lorkað mangan dyst ella kapping burtur. Í ár er ein broyting at hóma, og hetta er óivað Inga at takka.

Trupult er tó hjá venjaranum at standa við allari ábyrgdini sjálvur, og tí er gott við einum “forlongdum armi” á vøllinum, og tað meti eg, at Ingi hevur funnið í Heina Hanussarsyni. Heini hevur riggað sera væl í verjupartinum í ár, og hann hevur givið liðnum tað skumpið, sum hevur vantað í Vestmanna í nógv ár. VÍF var seinast føroyameistari í 2005, og tað er heldur langt síðani fyri sigursvanda hondbóltsliðið úr Norðurstreymoynni.

Vit hava í Neistanum spælt fleiri dystir ímóti VÍF í ár, og sum oftast hevur tað verið greiður munur millum liðini.
VÍF royndi seg í fyrru helvt av kappingini við einari 5-1 verju. Hetta riggaði til tíðir væl, men sum kappingin gekk, funnu liðini útav at loysa hesa verju. Eitt nú vunnu vit á VÍF við ikki færri enn 8 málum fyrr í kappingini.
Eg hugsi, at tað var eftir henda dystin, at teir broyttu verjuna til 6-0, og hevur hon verið soleiðis síðani.
Tað var eisini tá, at teir fingu Sámal Joensen við aftur á liðið. Og við Sámali og Heina í eini flatari 6-0 verju, hevur hilnast væl.
Henda verjan byggir á greiðar avtalur millum verju og málmann, og um avtalan heldur, so er sera trupult hjá øðrum at fáa nakað burturúr. - Men tað er møguligt, og tað sóu vit í steypafinaluni fyrr í ár. Tá nýttu neistaleikarar verjuavtalurnar hjá VÍF til sín fyrimun. Sluppu skjúttarnir nóg nær verjuni, varð møguligt at skjóta upp um blokkin ella framvið blokkinum, og tá var sum oftast mál, tí málmaðurin var jú í “sínari síðu”.
Uttara síða á bakkinum er eisini ein møguleiki. Har er gott hjá bakkum og strikum at fara, tí tey skiftini skulu rigga væl í eini 6-0 verju, og tað er ikki so lætt.

Eitt, ið eg meti, at hoyvíkingar fara at brúka nógv, er at koma so skjótt í álop sum til ber, tá teir hava fingið fatur í bóltinum. Heini og Sámal hava verið sera góðir í verjuni í vetur, men hvørgin teirra spælir í álopinum, og tí skulu vestmenningar skifta tveir leikarar, hvørja ferð teir skulu aftur at verja, og her skal H71 kvika sær, sum teir fara.

Í álopinum eru aðrar kanónir.
Eg meti, at VÍF leikararnir Filip og Áki E. eru bestu skjúttar í landinum. Og í millum hesar báðar hava bæði danin Mads og lítli Ingi (Julian) riggað sera væl.

Filip hevur verið besti áleypari í landinum í nøkur ár nú, og hann kann, um hann sleppur, vinna ein dyst púra einsamallur. Neyvan verður tað í einari finalu.
Áki er ein ungur leikari, men hevur nú fingið fleiri royndir undir húðina. Hann spældi væl í finalunum í fjør, og hetta kappingarárið hevur hann skotið nógv mál. Tað var hann, framum aðrar, sum vann VÍF steypafinaluna í ár.
Umframt, at hesir báðir hava eitt sera hart og gott skot, so er styrki teirra, at teir halda áfram at skjóta, hóast teir brenna nøkur skot. Men hetta kann eisini vera veikleiki teirra, tí far mann teir at “skjóta vilt”, so kunnu teir skjótt gerast bestu leikarar hjá mótstøðuliðnum.

Eg sá seinasta dystin millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini, har VÍF vann við 6 málum. Tá vóru tað hvørki Filip ella Áki, sum høvdu avgerðandi leiklutin, men heldur var tað Mads, sum ferð aftaná ferð slapp framvið H71 verjuni. Hetta kann lættliga henda, tá ov stórur dentur verður lagdur á at verja bakkarnar báðar og kanska fara ov langt fram í teir, tí tá gerst lagamanni hjá lítla og kvika dananum at smoyggja sær í millum.

Sanniliga hevur VÍF eitt gott lið í ár, bæði í verju og álopi.
 

H71

Eftir hondini hevur H71 gjørt sær til vana at vera við, har tað er stuttligt - í fremstu røð.
H71 varð føroyameistari í 2009 og aftur í 2012, umframt at hava spælt onkra aðra finalu, sum teir tó hava tapt.
Við fólkagrundarlagnum og leikara tilfeinginum, sum er í Hoyvík í hesum tíðum, so er hetta eisini nakað, ið vit kunnu vænta okkum frameftir. Hetta er sjálvandi eisini eitt aðalmál hjá felagnum.

Sum teimum líkt, so byrjaði kappingarárið hjá hoyvíkingum heldur ivasamt. Teir tapa tveir teir fyrstu dystirnar, men fáa síðan gongd á. Í mun til onnur ár, so hevur H71 hesuferð hildið fast í góðu gongdini. Einasta liðið, ið teir hava havt stórar trupulleikar í móti í ár, er VÍF. Stigatalvan sigur, at H71 endar nr. 2 við 35 stigum, tvey færri enn VÍF. Og tá hava teir tapt allar dystirnar ímóti VÍF (8/16 stig).
Tíbetur fyri hoyvíkingar valdi Kyndil í gáloysni at brúka ein ólógligan leikara, tá teir vunnu við 50??? málum ímóti Team Klaksvík, sum sjálvandi í besta ítróttaranda valdi at klaga hetta, og so kenna vit restina av hasu sera óhepnu støðuni/num.

Men støðan er greið. H71 og VÍF spæla finalur. H71 skal royna at vinna á einum liði, sum teir ikki hava vunnið ímóti í ár.

H71 liðið er á tremur við royndum leikarum, hóast teir eru ungir. Hesir leikarir hava flest allir roynt at vunnið og tapt eina finalu í bestu føroysku hondbóltskappingini (nýggju danskararnir á liðnum hava sjálvsagt ikki). Gamaní hava teir ikki havt ein lyklaleiklut á teimum liðunum, men teir hava merkt spenningin og alt tað, sum hartil hoyrir. Og hetta er nakað, sum eigur at koma teimum til gagns.

Verjan og málmennirnir hava verið sterki liðurin á liðnum. Við Sigmundi Dahl á odda hevur H71 eina kontanta og kvika verju. 6-0 eitur tað helst at byrja við, men av tí at leikararnir flyta seg kvikliga aftur og fram, kann tað ofta tykjast, sum teir verja 5-1, 4-2 ella 3-2-1. Hetta hevur riggað sera væl í ár, og eru tað skorað fá mál í móti hoyvíkingum í vetur - 21/22 í miðal.

Vit í Neistanum høvdu hvørja ferð greiðar ætlanir um, hvussu vit kundu loysa H71 verjuna upp, og tað var at renna uttan bólt, altso flyta seg, við nógvari ferð, áðrenn mann fekk bóltin. Hetta eydnaðist ongantíð hjá okkum, helst tí at neistaleikararnir vóru ov seinir til tað.
Men tað eru vestmenningar ikki. Tað, sum eydnaðist væl hjá okkum í semifinalunum í móti H71, var at vera skjótir aftur í verjuna, tí álopið hjá H71 er ikki so væl fyri sum verjan - langt í frá. Álopið er til at tosa við. Og hetta er tað, sum eg vænti nógvir hoyvíkingar hugsa.

Tá tað gjørdist greitt, at Bogdan ikki fór at vera við H71 í ár, var spennandi at vita, hvussu Bogi, Rúni, Hallur, Hans Kári o.s.fr. fóru at klára seg, uttan ein stórskjútta. Hondbóltsdygdirnar setti eingin spurning við.
Nú kappingin er liðug, og einans finalurnar eru eftir, ivast eingin í, at tað var gott, at Mark kom á liðið. Mark hevur, ímóti okkum í Neistanum, mangan verið ein einmansherur. Einki ringt um Mark, hann er ein sera góður og klókur leikari, men skulu hoyvíkingar gera sær nakrar vónir um at vinna á VÍF, so skulu aðrir taka við ábyrgdini eisini.
Kundi hugsað mær, at ein leikari sum Hallur Biskupstøð hungrar eftir at spæla nakrar góðar finalur, tí minnist meg rætt, so var hann skaddur, tá H71 tapti ímóti KÍF fyri tveimum árum síðani. Tað hevði somuleiðis verið gott, um Bogi fann flogið aftur á vonginum, tí tað hvarv ímóti Mikkjali í semifinalunum í steypakappingini.

Mín meting er, at VÍF er stórfavorittur at vinna. Um H71 skal gera sær nakrar vónir um ein sigur, so skulu allir leikarar spæla sítt allarbesta spæl, samstundis sum VÍF leikararnir hava tveir minni góðar dagar.

Men latið tað endiliga verða spennandi og undirhaldandi, so tað enn einaferð verður ein góð reklama fyri hondbóltin í Føroyum

Góðar finalur,
Áki Mørk



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo