8. juni 2015

2 H71arir í A-landsliðnum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað ljóðar ikki av so nógvum, 2 leikarir, men tá ið FM-vinnarnir hava eins nógvir, so er hetta í lagi. So dánt.

Óivað er grund fyri hesum, men tað sker eitt sindur í eyguni, tá einans 4 út av 14 leikarum umboða FM-finalistarnir frá í ár.

Kári Nielsen og Birgir Hansen hava so valt Boga Gaard Davidsen og Rúna Vest Højgaard í hópin. Vit ynskja teimum hjartaliga tillukku og góða eydnu við kjansinum.

Teir kundu kanska eisini valt Sigmund Dahl ella Hall Biskupstø, Ára Egason Dam ella Tórhald Kollsker. Ella allar. Tí allir hava kvalitet at vera á hasum liðnum.

Men nálareygað er knapt, og merkisvert er, at ÍF Føroyar, í almannaeygum enn eitt tekniseriulið, hevur heili 5 leikarar, og er tí best mannaða felag. Eitt danskt felag, men mannað við føroyingum, hvørs aðalendamál er lestur í Keypmannahavn.

Tó, gott í ÍF Føroyar, tí slík úrtøka krevur so sanniliga eina umvurdering av fatanini av felagnum. Tað hoyrist eisini í miðlum, at felagið klárar seg alt betri og gjørdi eisini innnrás í donsku steypakappingini í ár.

Úrtøkan er annars so kristiliga býtt. VÍF, StÍF, KÍF og H71 við hvør sínum tveimum leikarum, Neistin einum og Kyndil ongum. Tað gevur 14.

Tað er í tíðarskeiðnum 20. - 26. juni, at hópurin fer avstað. Emerging Nations Cup eitur kappingin, og verður hon í Kosovo. Vit spæla ímóti ÍRalndi og Georgia. Eg kenni ikki Georgia, men at lata írar spæla hondbólt svarar við at lata ein miðalklókan fólkatingslim verða grillaðan av Paxman í Hardtalk. Altso, ein misjavni, ið vil nakað.

Hóast írar treyðugt veita nakra mótstøðu, er tað av góðum erfaringum, at vit fyri alt í verðini ikki fara inn á vøllin við tí hugburði, at hetta er ein walkover.

Tað er við røttum hugburði og úrslitum, at virðing stendst. Spyr bara Ferguson.

H71 ynskir Rúna og Boga og øllum hinum, venjarum og ferðaliði annars góða eydnu í Suðurbalkan. Villast menn, er eingin vandi á ferð: væl er landið væl fólkað, umleið tvífalt so nógvir íbúgvar sum danski høvuðsstaðurin, men tað er fýra ferðir so lítið sum Danmark. So, no worries.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 ad@lawfirm.fo
  René Dahl Olesen   235930 renedahlolesen@gmail.com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 emys@olivant.fo
  Sonja Mørkøre   223663 sonjamorkore@gMail.com
  Ivan Fossabrúgv   239611 ifossabrugv@gMail.com
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo
  Símun Poulsen   517220 simun@vh.fo
  Eyðun Joensen   792640 eyjo@taks.fo
  Annika á Steig Egholm   581319 annikasteig@hotmail.com
         
  Ábyrgd av heimasíðu      
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 ann-mari@olivant.fo