týsdagur, 30. juni 2015

Farskotið ljóðað í Partille


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- ókey úrslit á fyrsta degnum

Partille byrjar týsdag, altíð týsdag, og øll lið spæla í minsta lagi ein dyst, helst tveir. Hetta er treytað av luttakaratali, hvat oftast er størst í yngru árgangum.

Av tí sama er einki avgjørt, men øll avvarðandi fáa eina nøkulunda hóming av, hvar liðið flýtur, og hvat skal til fyri at fáa líkinda úrslit.

Tað er so ymiskt, hvat feløg og fólk koma við av vánum, men tey alraflestu vóna, at tað so ella so verður eitt upplivilsi. At eitthvørt slag av læring kemur burturúr. Kanska at koma í A-bólkin, vinna B-bólkin, vinna ein dyst, kanska tveir.

Eftir 1. dag í Partille kunnu vit staðfesta, at tað er eitt sindur sum í fjør. Tey yngru liðini klára seg heilt væl, meðan tey eldru ikki hava tað eins lætt.

Taka vit genturnar fyrst, so taptu g16 greitt fyri einum, ivaleyst, serliga vælspælandi svenskum liði. Men har er okkurt, sum kundi bent á, at har eru stig at fáa, og kraft og sús er í teimum, so tað er ikki at smæðast burtur. Skilji eisini, at veðrið ikki er eins melankolskt sum í FO, og hitin hjálpir ikki heilt. Men stríðast kunnu vit altíð.

G15 vunnu ein dyst við einum máli, taptu tann næsta við einum. Eins og síðstu ferð vístu tær ikki heilt, hvør dugur er í teimum at byrja við, men tær kundu og burdu helst vunnið handa dystin. 7 lið eru í bólkinum, tvey kanska ikki so góð, fimm javnt góð lið, so alt er apsalutt opið. Og tá gongur skjótt, og tá mást tú vera klárur.

Gentur 14 taptu sín fyrsta dyst. Tær duga spæla hondbólt, men mangla kanska sindur styrki. Men har eru eisini møguleikar. Eisini tær taptu fyri einum svenskum liði, einum Savehof-liði. Í morgin bíða norsk og donsk lið, so tað er bara at koyra á.

Gentur 12 vunnu á norrmonnum. Gott at byrja við sigri, so tað verður spennandi at síggja, hvussu verður í morgin. Har eru nøkur sterk feløg í bólkinum, men tað er H71 eisini, so tað er at koyra á í morgin. Og so kann hiti verða júst tað... luft. Drekkið tó nógv vatn. Tað er sum í køkinum hjá mammu: uttan mat riggar babba ikki.

Gentur 10 komu væl frá byrjan. Sera væl. Tør vunnu 2 sínar fyrstu dystir Tvey svensk lið. Í morgin bíðar enn eitt svenskt lið, og so Vorup, ið er danskt. Koyrið nú á, tí gott hevði verið at endurtikið bragdið frá síðstu ferð, har tær yngstu náddu hálvfinaluna.


Dreingir 18 hava tvey lið, og her er trupult at vera. Her eru nógv góð lið. Nationalitetirnir nógvir. Men tað í sjálvum sær er eisini eitt upplivilsi. So gott hevði verið, um teir hálaðu ein sigur heim í morgin.

D16 uppliva nakað tað sama. Men eg síggi, at har eru dystir, ið avgjørt eru "winnable". Livst so spyrst.

D15 vunnu á skotum, og her sær als ikki so galið út. Skotska liðið eitur nakað so úrvalsligt sum Scotland Select. Men í morgin eru fleiri dystir á skránni, millum annað dystir vs Besiktas úr Turkalandi. Handa vina vit. Og so manglar bara ein dystur í, at vinna!, og A-bólkurin er ein møguleiki.

Dreingir 13 hava tvey lið. Lið 1 vann tepurt við einum máli í fyrsta dystinum. Men so fleyg tað avstað við einum 15-máls sigri, hesin ímóti Ski IL 2 úr Norra.

Teir hava dystir í morgin, ímóti svium, dønum og bangladeshum. Vónandi sleppa teir ikki takinum og taka nakað fyri givið, tí her sær gott út.

Lið 2 vann ein, tapti ein. Hetta er gott, so her er alt at berjast fyri í morgin. Eitt lið sær tó heldur óhugnaligt út. Hesir eita Zagreb, úr Kroatia, og hava eina málúrtøku á pluss 31. Puha! Men har eru aðrir dystir, og sjálvt hasin ímóti kroatum er ikki ein, ið skal tapast í høvdinum.

D11 hava eisini 2 lið. Lið 1 vann ein, tapti ein. So aftur her sær lutfalsliga ljóst út. Um ikki annað er alt møguligt. Lið 2 gjørdi bart við at vinna báðar sínar dystir. So eisini her er alt møguligt, solongi sum tit ikki fletta bjørnina, áðrenn hon er skotin.

Dreingir 10 hava eisini vunnið báðar sínar dystir. Sera flott. Tað merkverdiga er, at liðið er umgyrt av svium. Bara svensk lið. So tað er bara at buka hasar... sviarnar--í morgin.

Vit ynskja tykkum alt gott í morgin!

Annars, vita tit, hvussu nógv mál verða skorað í Partille Cup hvørja ferð? Nei, eiheldur eg.

Men tað havi eg funnið útav. Hug at vita? Ókey-meðni. Sirka eitt hundrað túsund (1000.000) mál. Við 3631 dystum gevur hetta 28 mál í miðal. Dekannógv, hugsi eg. Men so er bara at skora meiri enn hini.

Koyr á H71!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com