hósdagur, 20. august 2015

Røða til D11


Hetta er røðan, sum Bergtóra Høgnadóttir helt mikukvøldið í sambandi við móttøkuna hjá Býráðnum.

Røsku H71-dreingir sum vunnu gullið í Partille!

Í kvøld fagna vit tykkum, tí at vit eru so serstakliga errin av tykkum. Ikki bara vit í H71 og vit í Hoyvík – nei, øll kommunan er errin, so errin at sjálvt borgarstjórin hevur bjóðað okkum til døgurða. TAÐ er kul. Og eg havi ongantíð roynt hetta áður, sjálvt um er nú eri 44 ár – tit eru 11 ár og eru longu bodnir til døgurða hjá borgarstjóranum.

Anna og eg umboða í kvøld nevndina í H71, og vit báðar vóru við í Partille, Gøteborg, tá tit vunnu.Tá vit fóru úr Føroyum, væntaðu vit, at nøkur lið hjá H71 – ella Hsjyttien, sum tey siga í Partille - fóru at spæla seg í Abólkin, og at nøkur fóru at standa seg heilt væl. Vit droymdu um tað besta...men kundu ikki vita, hvussu leikur fór at enda. Vit sóu tykkum stríðast, strevast og kempa í hita og brennandi sól. Spenningurin var ØÐILIGUR. SO knáir vóru tit! Vit sóu tykkum tá tit dystaðust, vunnu, fingu steypið og høvdu merkið við tykkum til steypa- og medaljuhandanina. Ein stór og rørandi løta. Tað er hugaligt at hava slíkar evnaríkar og djarvar leikarar sum tykkum í H71. Hvør veit – kanska ein komandi Jóhan á Plógv er tykkara millum. Tað er slettis íkki óhugsandi.

Ein sangur sigur, at gleðin verður tvífaldað, tá man er saman....og júst tað er nakað av tí besta við hondbóltinum: at vinna saman, venja saman, stríðast saman. Eingin kann vinna ein slíkan dyst einsamallur – minnist altíð til tað – tit eru eitt lið. Og tit góvu allir tykkara stóra íkast.

Tá man dugir so væl sum tit, so fylgir ábyrgd eisini við. Onnur børn fara at hugsa: eg vil gjarna blíva líka góður sum hasin! Tí er umráðandi eisini at vera góður við yngri leikarir, læra teir og vera tolin, so teir finna somu spæligleði.

Venjararnir eiga eisini sín part av gullmedaljuni. Vit eru ómetaliga tøkksom og glað fyri tykkara íkast: Djóni, Pætur, Karl Odmar, Eyðun og Marc. Vit eru rík at eiga sleíkar evnaríkar og eldhugaðr venjarar í H71.

Góði Heðin Mortensen, góði borgarstjóri – vit í H71, takka tær hjartaliga, at tú hevur hug at fagna hesum evnaríku H71dreingjum.... Ikki minst, nú tú raðfestir hesa løtu mitt í valstríðnum...hóast eingin atkvøða er at koma eftir hjá hesum 11-ára gomlu.... Satt at siga, ein fyrimyndarlig raðfesting. Takk fyri tað!

Í Hoyvik er gott, og tað er fantastiskt hjá okkum at uppliva tann savningardepilin, sum børn, ung og foreldur uppliva at Hoyvíkshøll er – ikki minst, nú tú – Heðin Mortensen -eisini hevur sett gongd á at gera enn ein part av Hoyvíkshøll lidnan.

Lat okkum rópa vit rópa trífalda hurrá fyri Gulldreingjunum hjá H71, venjarunum og borgarstjóranum.

---

Móttøkuna kanst tú lesa um her.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com