sunnudagur, 5. mai 2013

Nummar 3 nummar 1


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Mynd: Jan Egil Kristiansen

Hondbóltsins gallaveitsla var í Høllini á Hálsi gjárakvøldið. Kyndil var fyriskipari, og væl varð fyriskipað.

Tiltakið kom í hæddina sum ársins ditt og datt skuldi avdúkast. Av yvirlitinum niðanfyri kemur fram, at VÍF ella VÍF/Tjaldur útmerkaði seg við 7 út av íalt 14 heiðurslønum. Tað má sigast vera nokkso flott, tá hugsað verður um, at onki av hesum liðum gjørdist meistari, eiheldur vóru í finaluni, men fingu eina heiðurliga bronsu. Hvat eisini er ókey. Og ivaleyst so ókey, at vestmenningar við runavíkingum fóru til stroks við akkurát einari helvt av tí, ið vinnast kundi.

H71 endaði sum nummar tvey í AA-deildini, og tí ikki nokk til at vinna nakað stórvegis. Vit vunnu einki, faktiskt. Men vit høvdu kanska roknað við, at Petur Mittún fór avstað við Ársins venjari hjá monnum, men her vann Áki Mørk, venjari Neistans. Áki Mørk hevur eisini gjørt eitt gedigent arbeiði í ár við teim bláu úr Havn. Og tillukku við tí. Men avrikið var tó ikki meiri gedigent enn so, at harraliðið hjá Neistanum endaði næstsjokk.

Tí høvdu vit í H71 kanska eitt viðursvet av einari vón um, at um ikki meistaravenjarin Jakob Jónsson kapraði henda tittul, tá gjørdi Mittún hjá H71 tað. H71 endaði, hóast alt, ikki næstsjokk, bara næst. Jepp, Neistaliðið er ungt, men tað hjá hoyvíkingum er yngri. At tað hjá síðstnevndu er órutinerað, og tað hjá hoyvíkingum rímuliga rutinerað, ja...

Eg meini so við, at hetta var tað sama H71-liðið, ið endaði í finaluni, og gav nøkrum rutineraðum og samanspældum kollfirðingum skarpan gang. Eitt H71-lið, sum føroyskir hondbótlsekspertar, fyri sirka fimtu ferð á rað, veddaðu sína frú og eitt ársforbrúk av bensini uppá, fór at enda aftanfyri, ikki bara VÍF og KÍF, men eisini Kyndil og StÍF, hvat má vera tað sama sum eitt vælplaserað 5.pláss í Atlantic Airways-deildini.

Annars, at Filip Jojic og Liljan Djurhuus, bæði VÍF (soleiðis næstan!), vunnu Ársins leikari, er góðtikið.

Eitt alternativ, tó, hevði kanska verið nakað so originalt sum tveir leikarar frá meistaraliðunum báðum, KÍF og Neistin; her hugsi eg um ávikavist Niklas Selvig og Marjun Danberg ella Barbaru Brauer, ið er klárt besti álopsleikari í Føroyum—ella var.

At Teitur Magnusson hjá Neistanum vinnur ársins stjørnuskot hjá monnunum, er bara super. Hann hevur avrikað væl á miðjuni fyri Áka Mørk.

Toppskjúttaprísurin er ikki so nógv nakað drama, men meiri enn statuering av fakta.

Og Ársins dómarar? Altso, um toppskorara-prísurin er eitt anti-drama, so er henda kategori eins spennandi og øll hasi forsetavalini í Irak undir Saddam Hussein.
 

Kvinnur

Ársins spælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur
Stjørnuskot: Eilin Hansen, VÍF/Tjaldur
Ársins málverjar: Tomma Petersen, Kyndil & Marijana Lucic, VÍF/Tjaldur *)
Verjuspælari: Una Váðklett, Stjørnan
Álopsspælari: Liljan Djurhuus, VÍF/Tjaldur
Toppskjútti: Barbara Brauer, Neistin, 190 mál
Ársins venjari: Kári Horn, Neistin
 

Menn

Ársins spælari: Filiph Jojic, VÍF
Stjørnuskot: Teitur Magnusson, Neistin
Ársins málverji: Mikkjal Hansen, Neistin
Verjuspælari: Rógvi Weyhe, KÍF
Álopsspælari: Filiph Jojic, VÍF
Toppskjútti: Filiph Jojic, VÍF, 173 mál
Ársins venjari: Áki Mørk, Neistin
 

Ársins dómarar

Eyðun Samuelsen & Andreas F. Hansen



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com