mánadagur, 21. september 2015

Eitt legg aftur: 3 x Gunnar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Fjøruti mál blivu skorað, og Gunnar'arar áttu 20 teirra.

H71 13, Kyndil 7. Gunnar Mohr og Djurhuus ávikavist 7 og 6 mál, meðan Gunnar Gregoriusen kastaði bóltin í mál 7 ferðir.

Hetta var dystur fyri knapt tredivu árum síðani, puha!, tað vil siga í januar 1987.

Í greinini nevnir blaðmaðurin, at Gunnar Mohr "kiksaði bert einaferð".
Og at leikarir mestsum óskalaðir sleppa at "spæla hund við hvønnannan" er ikki bert gerandiskostur, opinbart. Blaðmaðurin fýlist á linliga dómaraavrikið, at hóast hondbóltsspælið er skjóttgangandi, so eigur tað ikki vera so, at tú sleppur við vanligari útvísing, slongir tú mótleikara í gólvið.

Greinin er úr 14. september ella, sum tað eisini varð kallað, "fjúrtanda". Blaðmaður nevndur "UA" hevur skrivað hesa nokkso væl frágingnu frásøgn um dyst frá næstbestu deild, 2. deild at navni.
Ikki sørt imponerandi. Serliga tá hugsað verður um, at í dag, við teim hentleikum, ið eru, verða nóg illa dystir í bestudeildini 'dekkaðir' við einum ánilisi av veruligari hondbólts-interessu. Kanska líka 3-2, men annars er so sum so. Copy-paste.

Hvør UA er, havi eg ikki ánilsi fyri, so um onkur veit, tá endiliga upplýs. Men tá í tíðini, áðrenn ábyrgjan og opinleiki og onnur demokratisk slagorð fingu fastatøkur í Føroyum, var vanligt at vera sum sum minst informerandi.

Bestaliðið hjá H71 var í hvítum blusum, reyðum stuttbuksum, og spældi á sínum heimavølli, har teir so eisini sluppu at venja... klokkan ellivu á kvøldi so hissini:) Altso í Høllini á Hálsi.
So umstøðurnar vóru eyðkenniligar, tóað ikki endiliga heimføðisligar ella fort-aktigar, so sum Hoyvíkshøllin til tíðir kann vera.

Hetta var dystur um at koma í 1. deild. Og eftir dystarlok kundi staðfestast, at tað fór at blíva dysturin millum Stjørnuna og H71, ið fór at avgera, hvør flutti upp.

Hvør faktiskt flutti upp, ja, ta má koma eina aðru ferð...

---
Greinina kanst tú lesa her á tidarrit.fo.
(Hasin "UA", kann tað vera Uni Arge, nú formaður í Kyndli?)
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com