sunnudagur, 27. september 2015

5 H71-leikarar á landsliðnum


Kári og Birgir hava úttikið Tórald, Helga, Trónd, Pætur og Jónas at umboða Føroyar í IHF Trophy-finaluumfarinum. Altso, 5 H71-leikarar.

Allir ungir, og allir fastir leikarar á FTZ-liðnum hjá teim svørtu.

Ókey, tað skal líka skoytast uppí, at talan er so um úttøku til venjingar, men løgið verður, um ikki allir sleppa ígjøgnum nálareygað, tá bæði yrkisligur hugburður og hondbóltsgávur annars eru ósundurskiljandi partur av hesum ungmonnum.

18 mans hava fingið venjingarboð, so fýra verða skildir burturúr.

Kappingin verður um knappan mánað í Bulgaria, í døgunum 21. - 25. oktober.

Vit ynska Kára og Birgir góða eydnu við venjingunum, og hartil góða eydnu til okkara menn.
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com