fríggjadagur, 2. oktober 2015

Suðuraftur uttan 2 stig er ikki ein møguleiki


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Klokkan hálvgum seks so sirka hava vit 6 út av 6 stigum. Men tað hendir bert, um allir menn, leikarir, venjarir og fólk annars kring hópin, savna seg um at vinna handa dystin.

Ein máti at spæla uppá, ein hondbóltsstílur, er rósvert, enntá frálíkt, og tað er effinett tað, okkara bestalið á mannfólkasíðuni hevur tikið til sín, sum árini ganga, hvørt teir eru komnir uttanífrá fabrikkini, ið er Hoyvíkshøllin, ella aðrasteðs í Føroyum... ella Aalestrup.

Og soleiðis eigur tað at vera. Og, fyri at eingin ivi skal vera um tað, so haldi eg, at so hevur verið. Men eingin venjari, sjálvt ikki okkara venjarar, sjálvt ikki vinnaratýpur sum Petur og Halgir, tað veri seg vegna stoltleika ella metafysiskum alski til "sín máta at gera tingini uppá", er altíð nøktandi eirindaleysur.

Altso, at H71-mátin at spæla uppá skal vera undirhaldandi, men við eini altyvirtrumfandi dagsskrá: finn ein fecking máta at vinna uppá!

Ger tað, ið nú einaferð krevst, at vinna!

Um spælimátin og hetta, at vera sínum spælistíli trúgvur, fyrilitsleyst skal skúgvast til viks í eina viku ella tvær, then so be it. Tað veri seg ímóti VÍF heima ella Team Klaksvík úti.

So sum vit nærkast fyrsta toppdysti í árinum, tann um tveir dagar í nettupp Vestmanna, fari eg at heita á Petur og Halgir at leggja sær Robert Kennedysa aftursvar í geyma, tá ákærdur fyri at vera eirindaleysur: "People say I am ruthless. I am not ruthless. And if I find the man who is calling me ruthless, I shall destroy him."

Vit vinna handa dystin. Klokkan hálvgum seks so sirka hava vit 6 út av 6 stigum. Men tað hendir bert, um allir menn, leikarir, venjarir og fólk annars kring hópin, savna seg um at vinna handa dystin.

So til Neistan. Teir halda, at teir enda í finaluni. Og tað er eisini væl møguligt. Tað tykist sum um, at teir loksins hava kastað handa sirkul-pedagogikkin av sær, nóg nógv Lítli Óli á fjalli og meiri Mann gegen Mann.
So hetta óbroytta og, eftirhondini, erfarna lið fer óivað at geva sínum nærmastu kappingarneytum skarpan gang. Við Inga sum skipara fer VÍF at vera har ella harum--við ella uttan Heina og Sámal--tá ið avtornar.

Kyndil skal nokk fáa síni fyrstu stig nokkso skjótt. Teir skulu spæla dysti ímóti Team Klaksvík um knappa viku. Og somuleiðis hava klaksvíkingar møguleika fyri sínum fyrstu stigum á júst soma degi; serstakliga, um vindorkan er hin sama sum higartil í ár... soleiðis umleið 3 metrar um sekundið.

KÍF og StÍF fara bumbusikkurt eisini at trúgva uppá sín kjans. Fyri KÍF handlar tað um at endurvinna venjingar- og spæligleðina, fáa hasa vespuna í Assu-fløskuni at stima av nýggjum.
Hjá strandingum framskák skálamonnum handlar tað um at endurfinna fyrrverandi heiðursleið. Og nú, tá allir menn eru tøkir, eldri sum ungar kempur, burdi borið til. Manningin er FM-klár. somikið sóu vit í Hoyvíkshøllini síðsta leygardag. Og í 3-2-upptøkunum av Skála, tá teir burdu bast vestmenningum--hevði tað ikki verið fyri enn einum andligum kollapsi.

Vit gleða okkum til enn eitt hondbóltsvikuskifti við... ahem... tveimum FTZ-dystum. Hinir verða í miðviku.

Í H71 kunnu vit tó ikki gera so nógv við øll hini, men fokusera upá komandi dyst, okkara egna avrik. Og avrikast skal, og neyðugt er við áskoðarafjøld, um setningurin um tvey stig afturat, skal røkkast.

Koyr á H71, framtíðin er so kolsavørt!
 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com