mánadagur, 6. mai 2013

H71 søkir eftir høvuðsungdómsvenjara


Skrivað hevur: Nevndin í H71

Myndagerð: Heini Festirstein

Brennir tú fyri hondbólti, avbjóðingum og góðum lívsløtum, tá ert tú møguliga nýggjur høvuðsungdómsvenjari í H71.

H71 er eitt felag í støðugum vøkstri, og er vorðið eitt samheiti fyri hondbólt í lokalumráðnum. Heima í Hoyvík upplivur tú eitt samlív millum fólkið á staðnum og sjálvt felagið í ein slíkan mun, at tað er ilt at siga, hvør er meiri bundin at hvørjum. So hvørt er Hoyvíkin tí endað sum ein hondbóltsbygd burturav.

H71 bjóðar eitt hugaligt og yrkisligt umhvørvi, og tað er júst í tráð við økt ambitiónsniveau og miðvísu ætlanina um at gera tað betri fyri øll íðkandi, at felagið nú heldur tað vera tíð uppá at seta ein høvuðsungdómsvenjara.

Í stórum brotum verður setningurin hjá høvuðsungdómsvenjaranum at leggja grund undir eitt samansett venjingartilboð tvørturígjøgnum ungdómsdeildirnar, tað veri seg hjá gentum og dreingjum, so at allir spælarar kenna seg aftur í, hvussu tú venur og spælir hondbólt í H71.
 

Krøv og arbeiðssetningur:

  • Høvuðsungdómsvenjarin skal helst hava viðkomandi útbúgving og royndir.
  • Tú ert ábyrgdarfullur og skalt duga at leggja lag á, bæði tá ið tað kemur til leikarar og aðrar venjarar í ungdómspartinum.
  • Tú mást vera stundvísur og nærlagdur, samtíðis sum tað er eitt krav at umboða H71 sámiliga. At vera hugskotsríkur eins væl og daga møguleikar og loysnir, sjálvt tá ið arbeiðsumstøðurnar skifta.
  • Í tøttum samstarvi við nevnd og høvuðsvenjarar felagsins skalt tú vera við til at menna ungdómsdeildina hjá H71.
  • Ungdómsvenjarin skal harumframt venja nøkur lið sjálvur.
  • Saman við nevnd og høvuðsvenjarum skalt tú vera við til at definera tín leiklut í felagnum.


Høvuðsungdómsvenjarin tekur við starvinum alt fyri eitt.

Umsóknarfreistin er leygardagin hin 1. juni 2013

Um spurningar ella ivamál, tá vinarliga set teg í samband við Sunnevu Jakobsen, formaður
í H71, á telefonnr. 231115 ella um teldubræv á sunneva@liv.fo.

Sum ískoyti kanst tú fara inn á heimasíðu felagsins www.h71.fo, har til ber at finna aðrar
upplýsingar um felagið.

Hevur tú hug at søkja við tað sama, ert tú vælkomin at senda umsókn merkt
 

“Høvuðsungdómsvenjari” til

Ítróttarfelagið Hoyvík H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

ella sunneva@liv.fo


H71 gleðir seg at móttaka tína umsókn ella at hoyra frá tær skjótast til ber.
 

Virðingarfylst,
Sunneva Jakobsen, H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com