sunnudagur, 4. oktober 2015

Sigur í Vestmanna


VÍF-H71: 25-30 (15-15)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Fyrsta oddabrakið endaði við 30-25 til H71

Dagført 06. oktober kl. 12:19: nú er dómaraseðilin komin við niðast í greinini.

Fyrsta oddabrakið í ár varð í dag. Dysturin var millum VÍF og H71. Úr Vestmanna frættist, at tey mettu H71 at vera favorittar til at vinna, og væl var mett, tí dysturin endaði við fimm málum fleiri til H71.
 

Dystargongd

Í stuttum kann sigast at hóast talvan vísti javnleik 15-15 í hálvleikinum, so rann heimaliðið aftaná. Munurin var eina løtu fýra mál, men teir gulu kláraðu at koma upp á javnt til hálvleiks.

Í byrjanini av seinna hálvleiki stóð líkasum fast hjá H71. VÍF hevði eina góða løtu og skutu seg tvey mál framum til støðuna 17-15. Hetta var eisini besta løtan hjá heimaliðinum, tí eftir hetta strammaðu teir svørtu í og drógu spakuliga, men stútt, frá VÍF. Dysturin endaði við einum góðum 5-máls sigri til H71, 30-25.
 

Samanumtikið

Bæði VÍF og H71 eru broytt munandi síðan seinasta kappingarár, og tí er spælstílurin eisini nakað broyttur hjá báðum liðum. Nýggi leikarin hjá H71, Peter Krogh bleiv mansvardur frá fyrsta bríksli, so ikki kann sigast annað enn at virðingin fyri hansara hondbóltskvalitetum var stór. H71 lat Philip spæla frítt eina góða løtu, men valdu so eisini at seta mansverju á hann. Eina løtu vóru tveir leikarar á hvørjum liði mansvardir.

Bæði liðini høvdu eina offensiva verju. Onkra løtu sóu vit tað, sum onkur kallar, rættiligan “indianara”-hondbólt (helst eitt hugminni frá cowboyfilmatíðini), tá verjurnar vóru so offensivar at tað mest líktist mann ímóti manni, nakað væl uttanfyri teir tríggjar metrarnar.

Vestmenningar hava fleiri góðan skjúttar og væl dáma teimum á VÍF-liðinum at skjóta. Bólturin var spældur langar sendingar uppá tvørs fyri at finna eitt skjótingarhol hjá skjúttunum. Fleiri dugdu eisini væl at gera hesi fjaldu skotini, tá málmaðurin ikki sær skotið.

Burtursæð frá fyrstu 10-15 minuttunum, so stóðu bæði Ári og Tóraldur væl í málinum. Hjá Ára gekk onki tað fyrstu løtuna, og var hann skilagott skiftur út aftaná einar 10-15 minuttir. Tóraldur megnaði beinanveg at gera fleiri góðar bjargingar, og tá Ári so fann tað góða spælið fram aftur í øðrum hálvleiki, so áttu teir stóran lut í góða úrslitinum.

Vit fingu skift væl út í dag. So at siga allur bonkurin slapp at spæla, og hetta er gott til at spjaða orkunýtsluna, soleiðis at ríkiligt av kreftum eru eftir móti endanum.

Sjálvt um teir á VÍF-liðinum ansaðu serstakliga væl eftir at Peter ikki fekk nakað rúm at spæla í, so sást eisini hví. Hann skoraði seks mál, og tá hann skjýtur uppá mál sæst, at tað er vilji í álopinum og at skotstyrkin er øgilig.

Eg haldi, at vit sóu eitt H71-lið við góðari mentalari styrki og at H71 er eitt lið, sum vil nakað í ár.

 

Støðan

Vit hava nú spælt tríggjar dystir, og hava fulla úrtøku. Seks av seks stigum og nr. 1 á stigatalvuni. Næstu ferð verður tað TK í Hoyvíkshøllini. Teir hava fyrr argað okkum so dyggiliga, og tí mugu vit ikki detta í felluna at kanna okkum bitan frammanundan.

---
Dómaraseðil
 


Her kanst tú síggja seinasta minuttin ella so av dystinum:
 




Tú kanst eisini síggja hetta her inni á Youtube.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com