sunnudagur, 11. oktober 2015

H71 vann tryggan sigur á Team Klaksvík


H71-Team Klaksvík: 31-23 (15-9)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Hetta var ikki ein av teimum mest krevjandi dystunum, og H71 valdi at spæla við nógvum monnum.

Undan dystinum høvdu fólk væntað, at H71 fór at vinna, tó so at ein ávísur møguleiki fyri eini sensatión lá onkustaðni og spøkti. Tíbetur gekk dysturin úrslitaliga fyrimyndarliga væl, meðan hondbóltsspælið kundi verið betur.
 

Dystargongd

H71 legði seg framum beinanveg, og lá greitt á odda allan dystin. Tá 15 min. vóru leiktir, var H71 frammanfyri við seks málum, og hetta málgloppið var komið fyri at verða, og so líðandi gloppaði bara enn meira. Tó so, eitt skifti um miðjan seinna hálvleik tá skoraðu gestirnir 8 mál, meðan heimaliðið bert skoraði eina ferð. Støðan var 23-12 (40 min) og 24-20 (51 min.). Endin gjørdist tó, at H71 vann 31-23 á Team Klaksvík.

H71 hevur í ár roynt at spælt við tveimum strikum, og hevur hetta sum oftast eydnast væl. Soleiðis var eisini í dag. Eitt annað, sum hevur verið vanligt, er at mótparturin, so at siga frá fyrsta bríksli, hevur valt at mansverja Peter Krog, og ofta eisini Mark Marcher. Hetta hevur við sær, at fýra útileikarar (tveir úr hvørjum liði), so at siga ikki spæla við. Spælið verður 4 móti 4, og av tí at hetta hendir at kalla hvørja ferð, so er lag á manni at venja og blíva góður til hetta spælið. Hóast mansverjuna so megnaði Peter at skora fimm mál.

Hetta var ikki ein av teimum mest krevjandi dystunum, og H71 valdi at spæla við nógvum monnum. Ein av teimum, sum fekk nógva spælitíð í dag, var Oddur Bech. Hann gjørdist topskorari við seks málum. Oddur hevur eitt fínt skot og er ein av teimum fáu langskjúttunum í H71. Eisini høvdu vit eina debut á besta liðinum í dag, tað var Eindri Frýdal, sum megnaði at fáa tvey mál.

Á gestaliðinum vóru fleiri kend andlit, Hanus Norðberg, Niels Viggo Niclassen og Bogdan Florea. Allir hava runnið nógv fet í svart-hvíta blusulitinum, og teir gjørdu góða mun hjá klaksvíkingunum. Bogdan sat tíbetur á útskiftingarbonkinum allan dystin (ringur í rygginum).

Ta einum løtuna í seinna hálvleiki lá væl fyri hjá TK, og serliga væl liggur fyri at skjóta langt úti frá. Bæði Niels Viggo og Hanus, og so Sámal á Tjaldrafløtti fingu tað at síggja lætt út.

Tað var tó ongantíð spenningur um úrslitið. H71 hevði “kontroll” á øllum og settu ikki meira inn, enn brúk var fyri.
 

Støðan

Fyrr um dagin vórðu tveir aðrir dystir leiktir. KÍF vann á Neistanum, og Kyndil hølvaði VÍF av í Høllini á Hálsi, har gestirnir úr Vestmanna snøgt sagt ikki fingu nakað at rigga. Kyndlaliðið er styrkt við Mladen í málinum og sterku íslendsku strikuni (Sigtórsson), og hevur hetta helst virkað sum eitt sjálvsálits-boost hjá øllum Kyndlaliðinum. Úrslitini passa væl hjá H71, tí nú liggja vit einsamallir (menn) á odda í kappingini við 8 stigum fyri 4 dystir.

Næstu ferð verður tað Kyndil, og tá ræður um at lumpa Mladen og halda fast í Hørði, og annars koyra maskinuna.

---
Dómaraseðil

 

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com