hósdagur, 15. oktober 2015

Næstan líka nógvir venjarir sum pápi er gamal


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Trýstir tú á puntin "Felagið", síðani "Venjarar", tá kemur "Venjarayvirlit H71, Kappingarárið 2015/2016" fram.

Ella bara trýst á "Venjarar" í føstum punti niðanfyri tíðindapartin.



Hevur tú einki at gera, apsalutt einki!, so kanst tú drepa tíðina við at telja talið av venjarum knýttir at H71.

Og tímir tú ikki telja, so kanst tú kortini fáa ein varhuga av, júst hvussu vavmikil venjararúgvan hjá landsins størsta hondbóltsfelag er vorðin. Tað er bara at, sum bíggjarmaðurin segði við sín elskara, 'scrolla'.
Mann verður ikki liðugur... við at scrolla. Gamaní, nøkur nøvn ganga aftur. Men nøvn leggjast eisini afturat so hvørt, fyri árið.

Idéin er, at tá spanjólar og týskarir eru so góðir í fótbólti, so er tað tí, at hesir--tvørturígjøgnum fótbóltsskúlingina--nurtu við bóltin einar fýra ferðir meiri enn til dømis onglendingar, danir og, tí, føroyingar. Tað er tá, og við skikkaðari venjing, at tú mennir teg sum tekniskur heildarleikari við neyðturviligum spælforstáilsi.

Ikki hasar tramans røðirnar, har tú sum piltur mátti bíða í 5 minuttir og 55 sekund eftir at sleppa at skjóta av nýggjum frá skeiva vonginum, ella støðugt bleiv brúktur sum keyla. Nei, talent og tankavirksemi, men fyri øll.

Og ber hetta til innan fótbólt, so ber eisini til innan hondbólt. Og tað, fótbóluturin gjørdi, fleiri berøringar við bólti, tað ber bert til við nøktandi tali av venjarum og innlimandi venjing.
Av tí sama skuldu fleiri venjarar inn í hondbótlshøllina at hjálpa til. At síggja til, at tað so ikki verður vegna mangul uppá venjarar, at vit ikki eru flest og best. At tað ikki er vegna venjing, at leikarir antin gevast ella ikki mennast. Helst ikki.

Vit kunnu hóskandi taka Marchersa nógv umtalaðu álopsverju sum eksempul (onkur vil siga Oliversa, men lat tað fara, vit áttu / eiga báðar!:) Men felags fyri allar okkara framúr venjarar er, at hvør høvuðsvenjari hevur eitt venjaralið afturat sær, hjálparvenjarir at navni. Teirra setningur er, eins og skrivað, at assistera.
Høvuðsvenjarin setur út í kortið og eygleiðir, kann tó eisini, hvat tíbetur eisini er vanligt, blanda seg uppí. Eisini eru aðrar uppgávur, samskifti her og har, liðbýti og dystir, tiltøk, fundir og skeið og hvat veit eg.

Og í H71sa føri, tá ber hetta bara til, tí øgiliga nógv í felagnum eiga eina aktiu í tí. Ein eigaraskap. Eisini leikarnir. Ja, eisini teir, ið spæla í bestudeild, sum tú annars vildi hildið, ja, kanska høvdu ov mikið í at fáa reikin at sita so samtíðarsligt sum til ber, ella velja út t-blusu, ið pasar saman við tatoveringina--lit og úrskurður.
Men nei, nærum uttan undantak eru allir leikarnir í FTZ-deildini at síggja í "Venjarayvirlit H71, Kappingarárið 2015/2016". Og tað er eisini so, at tú fært eitt, á øllum mótum, sjálvbjargið felag, har øll toga sama veg, men við hvør sínari kompetansu.
Tað merkir ikki, at alt er super-duper. Men tað er gott. Og tað skal blíva meiri super-duper so hvørt, hvat eisini er eitt problem við alt fleiri limum og øktum krøvum. (Ella, ikki so nógv eitt "problem" sum so, hitt orðið, tess politiskt rætti avloysari, ah!, har var tað... "avbjóðing"!)

So ein stór tøkk til okkara leikarar og hjálparar annars. Ikki tí, leikarnir hjá besta mansliði felagsins eru eisini væl viðfarnir við einum toymi, ið byrjar at síggja heilt yrkisligt út: tveir høvuðsvenjarir, ein fysiskur venjari, ein liðleiðari, sum er til hvørja venjing, eins og Lars var tað undan honum, málmansvenajri og tveir hjálparir. Ja, og so tveir fysioterapeutar heilt skjótt.

Annars, so eru faktiskt effinett 66 nøvn á listanum--tað er so numeriskt rætta talið á Venjarayvirlitinum, men nøkur nøvn ganga aftur.

Tað merkir forrestin ikki, at eg ikki havi nakað at gera, keði meg, ikki havi eitt lív. Ikki ordiligt.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com