hósdagur, 15. oktober 2015

Kyndil fór í svart


Kyndil-H71: 22-25 (11-15)


Myndir læntar frá Jóanis Nielsen, www.jn.fo

Tað var lagt upp til ein spennandi dyst í Høllini á Hálsi í kvøld, tá okkara menn vóru á vitjan hjá Kyndli.

Talan var um okkara fjórða dyst í FTZ-deildini, júst hesin dysturin var sera avgerandi, tí Kyndil plagar ikki bara at vera soleiðis at syfta.

Og spennandi, tað bleiv tað.

Tað vóru nógvir áskoðarar. Vit svørtu høvdu norðara endan, og har vóru øll sitiplássini upptikin. Fólk máttu parkera niðri við svimjihøllina, so fult var tað uttanfyri.
Eg sá ikki, hvussu nógv sótu hinumegin, men tey vóru slett ikki so fá heldur.

Kyndil kom og var á odda teir fyrstu minuttirnar, men so komu okkara menn framum. Og har hildu teir sær fast. Rimmarfast.
Frá støðuni 4-3 í 8. minutti ruku vit heilt upp á 4-8 í 15. minutti. Ta einu løtuna í seinna hálvleiki vóru 6 mál á muni.

Verjan hjá okkum stóð væl. Hon var sera mobil, og teir grønu høvdu mangan trupult við at sleppa ígjøgnum. Tí bleiv tað ofta til langskot, og tað er ikki ofta (um nakran tíð), at eg havi sæð Kyndil skjóta so nógv við síðuna av málinum. Verjan sýntist yvirhøvur væl fyrireikað; millum annað kláraðu menn sera væl at demma upp fyri grøna strikuspælaranum Hørði, sum annars plagar at kunna gera nógv um seg.

Málverjarnir hjá okkum - kanska serliga Ári, sum var inni mestu tíðina - tóku heilt nógvar bóltar, og tað var vist eisini ein orsøk til mongu feilirnar hjá Kyndli.
Kyndil royndi seg nakrar ferðir við 7 útileikarum (og altso ongum málverja), men tað gav ikki nakað úrslit sum so.

Og - sjálvandi, mundi eg sagt - varð mansverja sett á teir báðar Mark og serliga Peter. Tað nervaði tó ikki hinar leikararnar hjá okkum, teir tóku ábyrgd og gjørdu sítt.

Hetta var ein dystur við nógvari ferð, og hann var rímuliga harður eisini. Íalt 13 útvísingar bleiv tað til, harav Kyndil átti tær 3.

Móti endanum av dystinum - einar 2 minuttir áðrenn leiklok - bleiv tað í so spennandi, tá vit fingu heilar tveir leikara útvístar.
Støðan var tá 19-24, so enn var onki avgjørt.
Kyndlaleikararnir fóru allir sum ein út á vøllin at verja. Men okkara 4 mans hildu høvdinum kalt og stríddust tað, teir kundu. Og teir kundu!
Trý mál fóru í gjøgnum hjá okkum, men seinasta málið í dystinum áttu okkara, 4 mans móti 6.

Ein fyri áskoðararnar spennandi og hendingaríkur dystur. Vit svørtu hugnaðu okkum óført, eisini hóast onkrar støður vóru, har øll ikki vóru so samd.

Gongdin í málum var hendan:
05 min: 03 - 01
10 min: 04 - 06
15 min: 05 - 08
20 min: 07 - 10
25 min: 09 - 11
30 min: 11 - 15
35 min: 12 - 16
40 min: 13 - 19
45 min: 15 - 21
50 min: 16 - 22
55 min: 19 - 24
60 min: 22 - 25

Málini hjá H71 gjørdu:
Peter 6
Jónas 5
Mark 4
Pætur, Hans Kári, Sigmundur N, Helgi og Tróndur hvør síni 2

Hjá Kyndli:
Hjalti Mohr Jacobsen 7
David Edvardsen 6
Hørður Sigtórsson og Frank Askildsen 3
Josef Abrahamsen 2
Hjalti Bachman og Bjarni Sørensen 1

Dómaraseðil.

Úrslit og støðuna í FTZ-deildini kanst tú síggja her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com