mánadagur, 26. oktober 2015

Ungdómur og stjørnur, og hvussu vit løna leikarar


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- onkuntíð eru góð ráð dýr, men onkuntíð eru tey ókeypis

Tá gerandissetningurin er av, tað vil siga, hús og heim, arbeiði og skúli, frítíðarítriv, harundir H71, so kemur tað meiri enn so fyri, at eg lesi DHFsa talentsjef á harrasíðuni, Claus Hansen.

Hví akkurát hann, kanst tú spyrja. Tjæ, hann tykist skilagóður, og eg hoyrdi fyrst um hann, tá ein ávísur Ulrik Wilbek nevndi hann sum lurtiverdugan mentor og sparringspartnara.

Í síni seinastu grein, ella bloggi, eitur tað vist, var hann kanska hvaðna meiri interessantur enn vanligt. Hann skrivar annars um alt møguligt, men sjálvandi altíð hondbóltsrelevant: um kappingarleist, ikki at fastlæsa leikarar til føst pláss ella spælskipanir, um hvussu mental styrki og intelligensur skal raðfestast eins nógv og "talent" sum so, bara sum dømi...

Hansara seinasti bloggur, "Det er kulturen, der er noget galt med--ikke spillerne", er um tí óhepnu síðuna av, ikki bert hondbóltsins, men samfelagssins lyndi at framelska ungdómin, taka til sín og uppgera ungdómsstjørnur og, sum úrslit, projektisera eina ætlaða framtíð--sum oftari enn ikki slær feil, oftani, aftur, sum úrslit av tí sama.

Tann keðiliga síðan av individualiseringini, har ein-dimensiónelt talent trumfar persónin, "tað heila menniskjað".

Vit krevja ov nógv

Claus Hansen byrjar bloggin við at sitera málmannin Morten Nergaard frá Elverum, norskt toppfelag, har hann gevur mentanina millum norskar leikarar í Norra av grovfílini... ein mentan elvt til av stutttíðarhugsandi og óumhugsandi venjarum, ella leiðslum, sum ikki stuðla sínum venjarum í "ópopulerum" avgerðum:

"Mange tror de er dønn seriøse om de trener tre-fire ganger i uka. Det er direkte feil. For å bli best, og for å spille på Norges beste håndball-lag, må man være dedikert, tålmodig og legge ned jobben som kreves. Og så må det bli slutt på survingen, det er useriøst og helt bak mål."

 
Morten Nergaard

Nergaard tosar um eina "ómentan" millum ungar leikar, har vit krevja ov nógv, áðrenn teir eginliga hava víst nakað. Claus kennir seg aftur í Mortensa kritikki av norskum ungdómi, ella handfaringini av honum. At vit gera góðar leikarar, enntá serstakliga góðar leikarar til nakað, teir als ikki eru, og við nøkrum vánum um framtíðina, ið sjáldan standa veruleikanum kurl.

Bara nakað so grundliggjandi sum at læra ungdómin, at "man skal yde, før man kan nyde". Og at mótgongd herdar teg, heldur enn ger av við teg. Og ger hon av við teg, íðan, tá ert tú neyvan tann rætti fyri framtíðina, ið er tað einasta, sum telur, um vit skígva stuttleika og felagsskapin til viks--sum jú eru minst líka týðandi element í einum felagi.

Hátíðarhalda barnastjørnur

Men tað er bara ikki tað, samfelagsbyggjan og felagslív, Claus Hansensa leiklutur skal festa seg við. Hann fæst við at síggja til, at feløgini hava so góðar leikarar á sínum bestaliði, sum ber til; sum so aftur sæst á landsliðnum, tí ordiliga landsliðnum.

Fert tú við ungdómsstjørnum sum stjørnum, so kann tað tíverri enda við, at stjørnurnar blikna, fyri ikki at siga sløkna; at hesi talent, eins og Claus orðar seg, "aldrig får forløst deres potentiale og stiller håndboldskoene på hylden".

Heilt sentralt fyri tekstin og hansara boðskap er, at Claus Hansen heldur, at vit sum varða at hondbóltinum, duga alt ov illa at lata okkara børn og ungdóm í til tað, teir koma at vera fyri, tá ið til stykkis kemur--sum er, "når man bliver senior".

Rákið er, at vit hátíðarhalda barnastjørnur heldur enn børn, enntá heldur enn teir, ið avrika á bestaliðnum, ella bara senior-leikarar sum heild.
Skulu vit hjálpa ungfólki, so er tað samlaði innsatsurin, hugburður og teknikkur, venjarin skal virðismeta, innsatsurin í barna- og ungdómsdeildini, tí tað er hetta, bestaliðið hungrar eftir. Tað er tí samlaði innsatsurin, ungdómsvenjarir eiga at virðismeta, at leggja ógvusligari dent á framtíðina enn 'umiddelbaru' nútíðina. Nergaard vísir á tað sama, at tað er faktiska heildaravrikið, teir góðu senior-venjarnir sóknast verður eftir, "for de ved, hver og én, at talent i længden ikke er nok."

Danski talentsjefurin sigur soleiðis: "Det betyder, at ungdomstrænerne skal have klubbens opbakning til at sætte den dygtigste spiller af holdet, hvis han ikke passer sin træning og give spilletiden til dem, der knokler en vis legemsdel ud af buskerne."
 

Leikarar sum fyrimyndir

Í einum menningarumhvørvi, har endamálið aleina er at klekja elituleikarar, ella leikarar til bestaliðið, má næsti dysturin "aldrig være så vigtig, at man udtager spillere, der ikke har fortjent det. Sker det, så er det ikke et elitemiljø! Men det kræver, at klubberne bakker trænerne op, for det ikke er sikkert, at forældrene kan forstå, at deres barn skal sidde over."

Hetta merkir so eisini, og um vit flyta okkum upp í deildirnar, serstakliga bestudeildina, at tað skulu vera teir leikarar, tú ynskir skulu vera fyrimyndir hjá ungdómsleikarum í felagnum, sum sleppa at venja við bestudeildini.

Claus Hansen sigur so: "Det er direkte nedbrydende for træningskulturen, hvis man giver mulighederne til spillere, de andre talenter ikke bør se op til eller spejle sig i."

Endaliga heldur talentsjefurin í Danmbark Håndboldforbund, at tað, sum er galdandi í vaksnamannadeildini, eisini er galdandi í ungdómspartinum: at vit læra talentini at venja væl og rætt, áðrenn vit læra tey at avrika..

---
Greinin, bloggurin, er at lesa her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com