leygardagur, 31. oktober 2015

KÍF úti er eitt must-upplivilsi


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Sambært litteori vinnur svart á reyðum, men kollfirðingar, skilji eg, halda, at ástøði um lit kann fara í ommuna í morgin.

Teir tykjast provokerandi vísir í, at hetta fer at vera ein, um ikki avgreðsluspurningur, so spennandi avgreiðsluspurningur.

At spælarir eru tað, gevur seg sjálvt, so dánt!, men at eisini viðhaldsfólkið trýr uppá ein kalkuleraðan walk-over, tað er ikki sørt áhugavert.

Kenni eg kollfirðingar rætt, so verður dystur til síðsta sekund, og vit í Hoyvíksleguni hava so eina yvirskipaða virðing fyri hesum liði, ið hevur notið væl av einum sabbat-ári, og nú merkir á egnan kropp, hvat ein renassansa kann gera við ein persónliga; fyri ikki at tosa um eina bygd einaferð í uppisetri við heildarupplivilsum, nú, smb Degi og viku, á sprenur við teimum--takkað veri Móðir Jørð.

Verður høllin málað reyð og pannubond bundin um aðruhvørja damu, tá kemur hetta ikki óvart á meg. Eiheldur, um teirra musikantur á kommunubudgetinum situr á sínum stóli uppiá dj-boksini, sum einaferð var ætlað Kvf at varpa út í, tá stórdystirnir millum AB og NSÍ við Løkin vóru avspældir seint september, árla oktober.

KÍFarir kunnu tosa seg til favorittrollu ella ei, alt eftir hvat hvør sigur og skrivar, men vit vita so, vit svørtu, at hetta verður ein dystur, sum helst ikki skuldi enda í bardaga--og tí er so gott, at dómarir eru til staðar frá dystarbyjan til dystarenda, skilst.

Tann fyrra snýr seg um forarbeiði, um at venja miðvíst framímóti dystinum, hesum dysti!, og savna sín hug um henda, so at ætlanir ikki bert enda sum ætlanir, men veruleiki. At eta og sova væl. Høsnarunga og rís frá Kurt og Helenu. Um medábyrgd fram ímóti dysti. Hyggið upp!

Tann seinna handlar um at spæla spælið; latið kollifrðingar øsa seg, latið teir gera sítt "skinnfluga í sodavatnsfløsku-ting", standið bara!, tí teir enda sama stað kortini so sirka 48 sekund eftir spælskiparin startaði spælskipanina.
So tað er at halda seg til avtalur, men hugsa hondbólt, og spæla hondbolt. Fylgið avtalum, men verið ikki sum nýsosialistar við at fylgja lægsta felgsnevnara. Hugsið sum einstaklingar, men vegna flokkin, vegna liðið, vegna felagið, ja, vegna Hoyvíkina!

Men, sum altíð, uttan okkum, uttan viðhaldsfjøldina, sum er har í svørtum og, ja, uppaftur svartari tíðum, uttan okkum ber onki til; so møtið í góðari tíð, tí okkara menn vilja hava okkara stuðul.

Koyr á Hoyvík, koyr á!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com