fríggjadagur, 27. november 2015

Kyndil leggur alt fyri


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er bert ein dystur, ið trumfar Kyndil á Hálsi, og tað er Kyndil í Hoyvík.

Hetta er ikki bara tí, at tað er so stutt niðan á Háls, men hugaligari at sigra á útivølli--tú veitst, hatta infantila følilsið av at tú gert nakað naughty... at tú kemur heim til onkran annan bara at taka alt frá teimum.
Og hevði tað ikki verið fyri hasum hvítu plaststólunum desainaðir til petit-damur, hevði upplivilsið verið alt meiri søtt--og nú skal eg nokk gevast at mala í klingur um hasar stólarnar.)

Fyri dystin sunnukvøldið hevur Kyndil fingið knívin á barkan. Hetta sigi eg ikki til tess at uppbyggja ein stemning, sum ikki er har, men tí eg veruleiga veit, at hetta er ein must-win dystur hjá vindorkuni.
Tapa teir, so eru fýra og fimm stig upp til tvey lið, VÍF og KÍF, sum ikki bert lata seg fornoya við at skifta pláss, men leikarar. Snilt. Til tað er at siga, at fer Áki Egilsnes, so missur VÍF heilt nógv. Við Selvig fáa teir nakað aftur, men ikki longur enn tað.
Altso, tað er KÍF, ið missur. VÍF gerst ikki heilt so veikt eftir Áka, meðan KÍF er tann eginligi taparin, tí nú er bert Sigurbjørnsson at skora.

Men aftur til Kyndil, sum hevur sindur meiri enn helvtina av kappingarárinum at basa tvey av trimum liðum at koma í FM-finalurnar. Teirra sjálvforstáilsi liggur í sigrinum, so her er nógv upp á spæl.

Hjá okkum er at fáa øll hasi stigini til hølvdar, ið skulu til fyri at fáa eini gleðilig páskir.

Tað er jú eina og bara við at vera í sjálvari finaluni, at vit hava kjans at gerast føroyameistarir.

Tá ið so hesin dagur, ella dagar, og altíð sera festligir og savnandi, er dagsformurin, skaðar og mentalitetur avgerandi fyri hvarhenn gullið endar--í Kollafirði, aftur í Vestmanna, á Skála, ja, hvør veit, ella enntá í Havnini, grøna partinum.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com