sunnudagur, 19. mai 2013

Stuðlafelagið hjá H71 takkar fyri eitt gevandi kappingarár


Hervið vilja vit í Stuðlafelagnum takka fyri eitt framúr kappingarár. Bæði leikarum, yngri sum eldri, hjálparfólki og álitisfólki hjá H71.

Í H71 eru vit so heppin at hava ein riðil av fittum ungfólki, verulig felagsfólk. Tó, kanska ein serstøk tøkk til g12 og g14, sum hava verið óvanliga beinasamar og ídnar. Oftani hava tær sjálvbodnar bjóðað seg fram at hjálpt til, líka frá at royna seg sum sølufólk í famøsu lystisbúðini handan hvíta keypsdiskin sunnarumeðin høllina til fryktleysar andlitsmálarar. Takk fyri tað, og takk øll somul.

Títtum verður tikið til, at tað er ikki altíð so lætt at fáa tingini at mala. Svass. Vit í Stuðlafelagnum tíma so øgiliga væl at fjálga um og gera umstøðurnar hjá ungdóminum betri. Men tá ið vit so enntá hava tykkum at taka til, góði riðil, gerst tað bara tað lættari. Eitt spæl.

Við vón um eitt gott uppihald í Svøríki ynskja vit øllum H71arum eina góða summarfrí. Minnist, saman í gaman, og saman eru vit sterk.

Vónandi verða tit líka røsk næsta kappingarár,

Stuðlafelagið hjá H71



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com