mikudagur, 16. desember 2015

Tap í Herning og tap í Hoyvík


H71-StÍF: 21-22 (10-13)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

13 bleiv óeydnistalið hjá FTZ-liðnum hjá H71.

Onkur kanska vildi hildið, at tað var svart óheld, nú vit taptu hendan trettanda dystin, eftir at hava verið ósigraðir í tólv dystir á rað. Hetta var ikki so, vit spældu ein lakan dyst, meðan gestirnir vóru bæði uppsettir og neyvir. StíF spældi snøgt sagt betur enn H71, og tí vunnu teir dystin. Dysturin endaði við, at StÍF vann við einum máli, og støðan gjørdist 21-22.

Liðini fylgdust teir fyrstu seks minuttirnar, og tá var støðan 3-3, men eftir tað lá StÍF frammanfyri allan dystin. H71 hevur ein rættiliga breiðan hóp, og vanliga verður skift nógv út, soleiðis at orkan verður brúkt maksimalt. StÍF hevur ein nakað smalari hóp, og minni verður skift. Av tí sama kundi roknast við, at hetta fór at síggjast aftur seinast í dystinum, tá møðin fór at gera um seg. Hetta var tó ikki so sjónligt, tí teir at gestaliðinum stríddust til tað síðsta. StÍF var ágrýtnari, neyvari og spældu betur. Bólturin ferðaðist skjótt frá síðu til síðu, og gav hetta ofta trupulleikar hjá H71-verjuni, tí tað bleiv ov tunt til endan. Á bakkunum lá væl fyri hjá bæði Sveini og Kjartani, sum at kalla ikki brendu í sínum atsóknum, báðir ótrúliga góðir skjúttar uppá hvør sín máta. Match-vinnari var heilt greitt málmaðurin hjá strandingum Ísak Olsen. Hann avloysti Fríða Djurhuus nakað inn í fyrra hálvleik og stóð so mikið væl beinanveg, at hann var verandi í málinum dystin á tamb. Ringt er at taka dagar ímillum um málmaðurin tekur væ,l ella um skjúttarnir skjót ov illa, men tað var bedrøviligt við effektivitetinum hjá H71, tí Isak stóð so mikið væl. Í okkara enda gekk minni væl hjá málmonnunum, og tað er helst ikki nakað skeivt í at siga, at tað gekk illa. Uppgávan var helst ikki løtt, tí H71-verjan tók sær ofta av løttum. Tað vóru tó løtur í seinna hálvleiki, at verjan mannaði seg upp og stóð væl.

Hjá H71 var álopsspælið óvanliga klumpað um miðjuna. Vengurnir stóðu 2-3 metrar frá sjálvum horninum, og hetta gjørdi, at spælplássið minkaði munandi, samstundis sum strandaverjan samstundis gjørdist tættari. H71 royndi eisini við tveimum strikum, og hetta gekk ikki so galið. Yvirhøvur mugu vit siga, at vit hava sæð H71 spæla væl betur, enn teir gjørdu í dag.

Trettanda leikumfarið vísti seg at verða eitt óeydnuumfar fyri H71. Tað var nú sera spell, tí tað tað kundi verið stuttligt at vunnið alla kappingina uttan at seta stig til ella bara ikki at hava tapt. Hetta bleiv ikki so, og tað var ikki heilt óhugsandi, at slíkt kundi henda. Eitt plástur á sárið kundi verið, at tað eydnaðist Neistanum at fáa javnleik í Vestmanna, og hetta avmarkar “skaðan” í kvøld.

Ein av størstu avbjóðingunum hjá H71 verður at halda spælarunum til, hetta ikki at troyttast ella halda, at alt gongur uttan grammleika og ágrýtni. Kannar man sær bitan frammanundan, so er vandi á ferð. Ongin roknaði við at StÍF fór at vinna í kvøld. Høllin var at kalla hálvtóm, tí úrslitið var so “forútsigiligt”, sjálvandi fór H71 eisini at vinna dyst nr. 13, júst sum teir lættliga høvdu gjør allar hinar tólv frammanundan. Hetta er tað, sum ger hondbólt so fantastiskan, t.d. í mun til fótbólt, alt kann henda. Longu leygardagin verður spælt aftur, og tá er tað móti Neistanum.

Koyri á og vísi, at dysturin í dag bert var eitt “snáv” á leiðini!

Dómaraseðil.

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com