leygardagur, 19. desember 2015

Javnleikur móti Neistanum


Neistin-H71: 20-20 (7-14)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Tá tað var farið at ganga illa, var ringt at fáa tað uppá pláss aftur.

Eftir slett onki at nytta í fyrra hálvleiki broyttist Neistin til eina vælkoyrandi málmaskinu, sum mundi rent okkum um koll. Við hálvleik vóru 7 mál á muni, og tey flestu høvdu longu avskrivað Neistan, støðan var 7-14 til H71. Av ymiskum umstøðum broyttist dysturin fullkomiliga, Neistin vaknaði, og H71 fór í tómgongd. Eina løtu var støðan 19-18 til Neistan, og tá vóru bert sjey min. eftir at spæla. Tíbetur eydnaðist H71 at bjarga sær tí eina stignum, tá støðan at enda gjørdist javnleikur 20-20.

Tað byrjaði annars so gott hjá H71, tað sá út til at fara at blíva stórsigur, tí Neistin var farin heilt í blátt, og H71 díkti á. Onki riggaði hjá Neistanum, meðan alt tóktist at bera til hjá H71. So hendi tað aftur, hetta sum ger hondbólt so spennandi. Neistin vaknaði, teir vóru ikki at kenna aftur. Spakuliga otaðu teir seg inn á H71 og fóru til endans framum. H71 var tá langt síðani steðgað upp, teir høvdu ikki skorað í nær við 10 min.

H71 var farið at gera hópin av tekniskum feilum, sum serliga Rói Berg dugdi væl at fáa fulla úrtøku úr við sínum skjótleika og hegnisligu “avslutningum”. Tað er væl møguligt, at hendan “skriðan” leyp, tá vit fingu eina 2*2 min. útvísing, tað vísti seg í hvussu er at fara at ganga niður á bakka eftir hetta. Jónas Djurhuus var óheppin og fekk reytt kort í fyrra hálvleiki, og tað er onki at ivast í, at hetta, og so tað at Mark ikki var á vøllinum í dag, hevði avgerandi týdning fyri, hvussu dysturin háttaði sær. Tá tað var farið at ganga illa, var ringt at fáa tað uppá pláss aftur, vengurnir báðir trektu ov langt inn móti miðjuni (helst tí teir vildu hava nakað at henda), men gjørdu samstundis miðjuna til ein trunka, sum tað var at kalla ógjørligt at spæla seg ígjøgnum.

Ári Dam hevði staðið fyrimyndarliga allan fyrra hálvleik, og hevði stóran lut í, at tað gekk so gott hjá H71. Hann var avloystur av Tórhalli, men kom so inn aftur móti endanum. Ári gjørdi meiri enn eina stórbjarging hesa løtuna, og høvdu vit vunnið dystin, hevði hann av røttum kunna verið kallaður fyri matchvinnari.

Neistarnir vóru sum verða man ovurfegnir eftir góða avrikið og tað eina stigi. Vit mugu eisini verða nøgd við tað, sum vit fingu, sjálvt um vit fóru eftir øllum, soleiðis sum dysturin nú einaferð háttaði sær. Nú hava vit tapt ein og leikt ein javnan. Hetta eru vit ikki von við, og tað dámar okkum slett ikki. Men spurningurin er, um ikki hetta er heilt gott tá vit hugsa okkum um. At leika eitt heilt kappingarár uttan at tapa ella seta stig til, tað er lítið hugsandi. Tað ræður um at verða í topformi, tá finalurnar skulu leikast, og flestu lið kom í okkurt slag av leikkrisu í kappingarárinum, H71 er onki undantak! Tí er tað gott, at vit snáva nú og ikki seinni, tá vit ikki hava ráð til at snáva. Vit eru hóast alt langt frammanfyri nr. 2.

Heimasíðan ynskir leikarum og viðhaldsfólki eini gleðilig jól!

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com