mikudagur, 6. januar 2016

Oddabrak í Vestmanna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

--og hesuferð er tað eitt ordiligt eitt

Sjey stig skilja okkum, VÍF og H71. Vinna vestmenningar, tá eru bert fimm stig millum okkara, og tá er so sum so við finaluplássi, ikki um at tala fyrstaplássi.

Støðan, H71 er í, er ikki sørt merkilig. Taxasjafførar tosa um "niðurgongdina", enntá í bundnum formi (sum um ein niðurgongd bert er tilskilað okkum). Vit eru ikki í nakrari niðurgongd í sjálvum sær, men í mun til tey frálíku úrslit og framúr spæl, H71 hevur havt higartil, so skal ivaleyst ikki so nógv meiri enn eitt tap og ein javnleikur til, áðrenn vit enda í niðurgongd-práti.
Men hetta er luturin hjá suverenum oddaliði. Høgt at flúgva, la-la-la.

Síðani sigrarnar síðst hava VÍFarir styrkt seg so mikið og á slíkan hátt, at ein útlendingur má sita yvir fyri dystin. Harafturat hevur toppurin í Vestmanna fingið Heina og Sámal upp á krókin, so nú eru teir so smátt finaluklárir. Kyndil og kollfirðingar hava kanska sítt andmæli, men tað verður trupult at syfta eitt finalupláss frá vestmenningum.

So Kyndil og KÍFarir skulu vóna, at H71 finna sítt miðvísi, vilja og spæl aftur. Um so er, tá liggja kollfirðingar bráddliga væl fyri í svinginum. Og Kyndil.

Men spennandi verður. Dysturin er í kvøld kl. 20. Og tað er í Vestmanna, so ríkilig tíð er at fáa sær ein nátturðabita og koyra norður og koyra á svørtu framtíðina.

Vinna vit, tað skal so sigast, tá liggja vit ikki bara fjálgt, men glóðheitt í svinginum.

Koyr á Hoyvík, koyr á!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com