mánadagur, 11. januar 2016

Eitt legg aftur 4


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- Gerster til Føroya.

Seint í fursunum hendi tað, at H71 fylti manga ítróttarsíðu. Ikki fyri avrik sum á vøllinum sum so, men tí at felagið hevði fingið lokkað danskan stórskjútta til Hoyvíkar. Greinin hjá "Dahl" greiðir frá, at Henrik eina veturin skeyt 128 mál og seinna veturin 136 mál. Ikki hissini.

Sjálvur minnist eg Gester, havi verið um teenagealdur, 13.14 ára gamal. Spældi og helt við Kyndil... sorry! Men so grunnur sum mann nú av og á hevur loyvi at vera, so kundi eg ikki bara mær at halda eitt sindur við hoyvíkingum--ikki tí Gunnar og Gunnar og hvat teir itu spældu við, men orsakað av Gerster, hesum fantastiska leikara við einum nærum ómenniskjaligum hoppi og skoti.
Enntá so nógv, at eg kundi finna uppá a fara niðan á Háls at hyggja at Gerster & Co; tá høvdu jú hoyvíkngar heimavøll millum havnarmenn. Vandu og spældu dyst í grønu høll.

Er hann nevndur, er hann kendur, men tað er sjálvandi Henrik Gerster, vit tala um. Gerster var GOGari og so mikið góður, at hann um ta tíð var aktuellur til danska landsliðið. Men hatta árið skuldi hann so spæla fyri H71 og síggja til, at H71 fór at varðveita sítt pláss í bestudeildini næsta kappingarár.

Gerster var ungur tá, bert 22 ára gamal, so júst hví hann kom til Føroya, er ikki gott at gita um, men H71 hevur tó seinni víst góð kynstur at skaffa forkuung og, á pappírinum, ómøgulig nøvn at koma til Føroya.
So ivaleyst hava teir í nevndini tá havt bæði eitt og tvey kort í ermuni, tá teir fyrst settu seg í samband við Gerster:)

Her á Tidarrit.fo kanst tú sjálv/ur lesa greinina.

---
Myndin her ovast er úr danska BT og er fra árinum 2000.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com