hósdagur, 14. januar 2016

Fleiri damur enn mál


Heimadystur verður komandi leygardag, og í tí sambandinum er nýggjur faldari komin.

Oddagreinin hugleiðir millum annað um øll liðini hjá H71, støðurnar og um uppgávuna hjá venjarum og foreldrum. Og um ein hondbóltsfyltan januar mánaða við steypadystum og EM fyri menn.

Landspolitikarin hesa ferð er Kristianna Winther Poulsen. Hon fortelur millum annað, at hon hevur spælt hondbólt, men at tað ongantíð bleiv hennara heilt stóra passjón. Hon heldur við H71(...!), og so avdúkar ein mynd, at hon og Bergtóra hava verið umboð á donskum verjuskipi.

Petur Martin skrivar venjarafrágreiðing um kvinnuliðið hjá H71. Millum annað verður nevnt, manningin á liðnum er so stór, at tað møguliga hevði boið til at havt tvey lið við í kappingini í ár. Og at ætlanin er, at vit skula hava eitt kvinnulið við í bestu deild um ikki so langa tíð - kanska longu komandi ár.

Og hesa ferð er tað stórspælarin á strikuni, Sigmundur Nolsø, sum er í elektriska stólinum. Hann heldur, at Pætur Thomsen er tann, sum brúkar longst tíð framman fyri speglinum. Eisini sigur Sigmundur seg hava skorað fleiri damur í lívinum, enn hann gjørdi mál í seinasta dysti.

Hetta og annað kanst tú lesa í leikfaldaranum, sum ein herur av H71-stuðlum fer at leggja í allar postkassarnar í Hoyvík komandi tímarnar.

Faldaran kanst tú eisini lesa her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com