fríggjadagur, 15. januar 2016

Knock out á skránni


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit eru H71, og tí ætla vit at vinna hvønn dyst.

Steypakapping merkir knockout, og tað er væl serliga av tí, at henda, í mun til landskapping, hevur ein heilt serligan spenningsdám.

Steypakappingin seinasta árið ella trý hevur tó ikki verið total knock out. Hetta, tí bólkaumfar er sett inn, eitt sindur sum flytingin frá Champions Cup til Champions Leaugue í evropeiskum fótbólti.
Fyri tað er Coca Cola steypakappingin óvaliga spennandi, tí her er kortini so gott sum talan um knock out, tí dystirnir eru bert tríggir í tali, so tapir tú ein, íðan, so hevur tú knívin fyri barkan. So skal, umframt dystin ímóti H71 2, dysturin ímóti Kyndli vinnast.

Hetta eru truplir dystir, men vinniligir. Sjálvandi eru teir tað, og sjálvandi vilja vit í hasa finaluna í februar. Men tað vilja øll hini eisini. Og júst hesi lið, Kyndil og StÍF, eru finalulið um háls. Kyndil dugir hatta har at koma í finalu, onkursvegna!, og StÍF plagdi at sita á hesi kapping. Og júst StÍF vann síðstu ferð, vit hittust, tá í landskappingini.

Tó so, bæi liðini teljast ikki millum topplið í landskappingini, hvat nú eiheldur er óvant. Men á einum góðum degi kunnu øll vinna á øllum, so gott sum.

Tað er FM, ið telur; tað er við at akkumulera fleiri av hesum, at tú sum felag flytir teg inn í Tungvektaraland. Hin kappingin, steypakappingin, er ikki líka umráðandi í so máta, men er helst hvaðna meiri festlig at vera partur av.
Hetta er ein Show-dagur burturav, og nú er dekan ov long tíð fráliðin, síðani vit seinast vóru í slíkari finalu. Seinast var við næstbesta liðnum, og tá var tað ímóti bláa Miklagarðsliðnum. Vit vóru inni í dystinum, uttan at tað varð veruliga spennandi.

Men stuttligt fyri tað. Upphiting og miðladekning við meira.

Vit eru H71, og tí ætla vit at vinna hvønn dyst. Eisini teir, ið skulu til fyri at røkka hesum fest-finaludegi.

Og tá vit eru so greitt nummar eitt í kappingini, so hava vit sjálvandi eina uppaftur ógvusligari skyldu at gera alt tað, vit orka so at koma í hasa finaluna.

Fyrsti og avgerandi dystur er í morgin, leygardagin kl. 18.

Be there or be nowwhere...

Framtíðin er svørt, so kolasvørt! Koyrið á dreingir, koyrið á Hoyvík!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com