fríggjadagur, 22. januar 2016

Vinn ella forsvinn


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Ein ómetaliga spennandi steypadystur hjá monnum verður sunnudagin.

Vinna vit, tá sleppa vit ivaleyst víðari í steypakappingini; og ivaleyst vinna vit eisini bólkin.

Tapa vit, tá verður trupult. Tá mugu vit dúva uppá onnur úrslit; uppá, at strandingar gera av við Kyndilsmenn.

Dysturin sunnudagin kl. 16 er tí rúgvaður av spenningi.

Fyrr hava vit so ofta spælt okkum av við bæði hálvfinalu- og finalupláss. Og av tí sama hava vit verið tvungin at finna okkum í eygleiðaraleiklutinum. Ein leiklutur, ið barasta ikki sampakkar við ynskið og ætlanina hjá H71, ið er at menna so breitt og væl, at hetta oftari enn ikki fer at føra til gull.

Okkara leikarir mugu gera sær greitt, at dysturin er ikki vunnin við bert at lata seg í svart, men at umboða svarta litin á vøllinum tvørturígjøgnum dystin. VIt hava fleiri leiðarar á liðnum, og tað er nú, at hesir skulu traðka í karakter. Ikki eftir dystin, ella mánadagin, men sunnudagin frá klokkan fýra til umleið klokkan hálvgum-seks.

Koyr á H71, koyr á H71!!!!!!!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com