leygardagur, 23. januar 2016

Kvinnudystur í morgin


Skrivað hevur: Anfinnur Hovgaard

Kvinnurnar hava eisini brúk fyri tínum stuðli.

Tað eru ikki bara besta manslið, sum skal spæla steypadyst í morgin.
Sum tú sært á breddanum á heimasíðuni, so skal besta kvinnulið okkara eisini í eldin.

Tær eru í bólki II saman við VB, Kyndli og VÍF.

Og í morgin er tað besta kvinnuliðið hjá Kyndli, sum skal royna seg móti okkara besta liði.

Enn hava kvinnurnar hjá okkum bara spælt tann eina dystin í steypakappingini. Hann var móti VÍF seinasta sunnudag, og úrslitið gjørdist eitt stórtap: 33-13 vunnu vestmannadamurnar.
 

Tað ljóðar kanska ikki so øðiliga spennandi. Men havast skal í huga, at okkara kvinnulið spælir í 1. deild, meðan øll hini mótstøðuliðini í Coca Cola kappingini spæla í Hvonn-deildini. Og tað er altso klassamunur millum deildirnar. Tó ikki meira enn so, at tað ofta eru einstakir leikarar, sum halda einum liði uppi. Og hava slíkir leikarar ein vánaligan dag, og okkara kvinnur hava ein góðan dag - ja so kann alt henda.
Petur Martin, venjarin hjá okkara kvinnum, fer uttan iva at gera sítt til ikki at lata mótstøðuliðið fáa ein lættan dyst. Og akta okkara kvinnur boðum og fáa ting at virka, so er restin upp til okkum fjepparar at stuðla alt tað, vit kunna.

Kvinnuliðið hjá okkum er annars ikki heilt fyri nothing í 1. deild. Har eru 6 lið, og okkara er á einum 2. plássi. Serliga tveir teir fyrstu dystirnir gingu onki serlig, men síðani eru úrslitini vorðin betri. Okkurt teirra nógv betri. Úrslit og støðina hjá 1. deild kvinnur í landskappingini kanst tú hesa her á Úrslitatænastuni.

Aftur til Coca Cola kappingina, sum steypakappingin hjá øllum deildin verður kallað.
Báðir dystirnir vera heima í Hoyvíkshøllini.

Tú kanst lesa um steypakappingina hjá kvinnum her á heimasíðuni hjá Hondbóltssambandinum.

Men altso: í morgin, sunnudag, klokkan 14:30 er kvinnudysturin, og beint aftan á, klokkan 16:00, er mansdysturin.
Kaffi, te, kakur og alt hatta har verður uttan iva at fáa frá stuðlafelagnum.

Minst nú til: bæði liðini hava brúk fyri tínum stuðli.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com