fríggjadagur, 29. januar 2016

Meðan vit bíða


Skrivað hevur: Agga Niclasen

H71 kom við einum liði í hálvfinaluumfarið í Coca Cola steypakappingini.

H71 2 kom ikki víðari, men gav vindorkuni mótstøðu væl inn í dystin--líka inntil teir vardu Halgir.
Men H71 kom syngjandi víðari í semiuna, so nú bíða vit eftir mótstøðuliðnum.

Vinnur StÍF á Kyndli, eru tað strandingar og vit, ið koma víðari. Kyndil og okkara næstbestu verða við sviðusoð. Men mann ikki Kyndil klárar setningin á Skála.

Gera teir tað, blíva vit nummar eitt í bólkinum, og tí møta vit nr. 2 í hinum bólkinum, sum verður vinnarin av KÍF og VÍF í kvøld, um annars Neistin vinnur ímóti Team Klax sunnudagin.
Ella, tað kann blíva Neistin, men so skulu teir bara akkurát vinna á klaksvíkingum.
Tað er so, at KÍF og Neistin spældu javnt, og tað er innanhýsis, ið telur. Tvs at innanhýsis trumfar málmun.

Vinnur VÍF, íðan, so møtir nr. 1 í okkara bólki VÍF, tí av tí at Neistin vann á teimum, so er Neistin óansøð víðari.
Men tað kann sum so gera tað sama fyri okkum.

Vit gleða okkum til at frætta nærri, til íkvøld og sunnudagin.

Framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com