sunnudagur, 31. januar 2016

Neistin ella KÍF


Skrivað hevur: Agga Niclasen

So mikið er greitt, tað verða teir blaú úr Havn ella kollfirðingar, ið vit skulu stríðast ímóti til tess at koma í hasa so eftirsóknarverdu finaluna 13. februar.

KÍF hølvaði VÍF av fríggjakvøldið, meðan StÍF gjørdi tað sama ímóti Kyndli gjárkvøldið.

Neistamenn skulu sirkulera seg fram til ein sigur á ein góðan neva fyri at gerast eittari í sínum bólki, hvat so merkir, at teir koma at møta StÍF í hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini.

H71arar skulu so antin oman í Havnina ella Kollafjarðar í næstum, og útidystur saman við H71, tað má eg bara viðganga!, er nakað heilt serligt og betri enn hitt. Tað er líkasum at heimavøllur hevur fingið ein sovorðan eksekveringsdám yvir seg; og rættliga so, tí Hoyvík er heimstaðurin og borgin.

Hvørt vit møta KÍF ella Neistanum, ja, tað kann gera tað sama; trupult verður tað óansæð hvønn vit hitta, og bert ein mannfólkainnsatsur av teim hámerktu fer at føra hoyvíkingar í hasa finaluna, vitøll so gjarna vilja sleppa í.

Eitt er at vera í 8 út av hasum íalt 9 barna- og ungdómsfinalunum, men at so eisini vera umboðað í eini av tveimum vaksnamannafinalum, tað hevði verið feitt. Tað hevði gjørt vikuskiftisupplivilsið, ja, meiri komplett, um eg so má siga.

Vit gleða okkum til heimadystin og útidystin, og vit fáa tørv á øllum hugsandi stuðuli, tað veri seg heima og úti.

Koyr á Hoyvík, koyr á!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com