mánadagur, 1. februar 2016

Ger so væl


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- HSF hevur 9 barna- og ungdómsfinalur; harav er H71 umboðað í 8 teirra.

Í ár eru vit í H71 væl fyri, serstakliga og framúr væl mannað í steypafinalum fyri børn og ungdóm.

Á dreingjasíðuni eru 5 finalur, á gentusíðuni 4 finalur. Hetta, tí tá vit koma til evru deildirnar í ungdómspartinum, tá er tað ikki heilt líkt í aldursbólka-býtinum, tí dreingir eru býttir í tvey, d16 og d18, meðan gentur fevna um tríggjar árgangir, g17, ið rúmar 15, 16 og 17 ára gamlar diddur.

Í fjør vóru vit í 7 út av 9 finalum, men við 8 liðum, tí d14-finalan var eitt óblandað Hoyvíksupplivilsi við bæði a- og b-liðnum í finaluni.

Fyri tveimum árum síðani, í 2014, hevði H71 5 lið í 9 finalum.

Í 2013 høvdu vit 4 lið í steypafinalunum. 4 av 9.

Árið fyri, 2012, gjørdu vit eitt frægari hál í og við at vit vóru umboðað í 6 av 9 finalum.

Og fyri fýra árum síðani, í 2011, tá høvdu vit 3 lið við í barnafinalunum; altso H71 umboðað í trimum av níggju barna- og ungdómsfinalum.

Í 2010 høvdu vit eisini 3 lið við í stórsligna barnafinalu-vikuskiftinum hjá HSF, har øll barna- og ungdómsliðini spæla sunnudagin eftir vaksnamannafinalurnar; øll uttan d18, sum spæla eftir harrafinaluna leygardag.

So frá at hava havt ein lítlan neva av liðum í hesum finalum á tí gula gólvinum í 2010, hevur H71 í dag, í 2016, næstan tveir nevar av liðum í finalunum.

Lat meg endurtaka: vit høvdu lið í trimum út av níggju finalum, nú hava vit lið í átta út av níggju finalum.

Bara g14 megnaðu akkurát ikki at koma við, men tær avrikaðu væl í hálvfinaluni, men blivu júst ov stuttar; og b-liðið hjá d10 kláraði næstan at basa VÍF, so vit aftur í ár fingu eina reina H71-finalu.

Vit kunnu av hesum staðfesta eina ávísa korrelatión millum tal av finaluliðum og heildarmenning av felagnum.

Fyri 6-7 árum síðani meintu vit í Hoyvík, at framtíðin er svørt. Vit kunnu nú konkludera, at framtíðin er so kolasvørt.

Steypafinalurnar í ungdómspartinum síggja soleiðis út:

  • Gentur 10: H71a - StÍF
  • Dreingir 10: H71a - VÍF
  • Gentur 12: H71a - VÍFa
  • Dreingir 12: H71a - Team Klaksvík ella Neistin a
  • Gentur 14: VÍF - Kyndil
  • Dreingir 14: H71a - Neistin a
  • Gentur 17: H71a - Kyndil
  • Dreingir 16: H71 - VÍF
  • Dreingir 18: H71 - Kyndil


Vestmenningar eru væl við í ungdóminum við 4 liðum; Kyndil hevur 3 lið, hvat er 1 ella 2 lið lakari enn vanligt, meðan StÍF hevur 1 lið við. Team Klaksvík fær kanska eitt lið við; hetta verður so í d12, men sum so merkir, at Neistin fer út tveimum niður í eitt lið.

Neistin er við í finalunum við tveimum ella einum liði (avgerð tikin nú hvørja løtu); men merkverdugt. Hetta er ikki so óvanligt, men tað ið er heilt óvanligt, er at Neistin ikki er umboðað á kvinnusíðuni. Einki gentulið. Neistin (!) Men gott at síggja, at dreingjasíðan so dánt er vaknað.

Vit í H71 ynskja øllum finalistum og H71arum annars góða eydnu um knappar tvær vikur.

Framtíðin er kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com