sunnudagur, 7. februar 2016

Fáið so okkum í finaluna!


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tað er seinni ídag, at slagið stendur.

Fáið Mercedesin at koyra við fullari ferð uttan at hyggja aftur, og uttan at hyggja uppá samlaðu støðuna. Bara koyr á!

Kollfirðingar eru raskir, so tað er aldri nakar lættur setningur at vinna á teimum. Tað var tað ikki áðrenn teir upplivdu gull fyri fyrstu ferð, og tað er tað eiheldur nú, tá teir eru vanir við metall av besta slag síðani Millumkrígstíðina.

Hinvegin, sjáldan hava vit spælt so illa og stirvið sum hóskvøldið, og allíkavæl, hevði tað ikki verið fyri nøkrum ússaligum endaminuttum, burdu vit vunnið; enntá sindur komfortabult. So er hondbóltur, og so er, um tú ikki takklar uppgávuna við fanatiskum vinnaravilja og intelligentari spæligleði tvørturígjøgnum dystin--og serstakliga, tá alt tykist at vera sindur hunky dory.

Vit tosa tvey mál. Men faktiskt gera vit als ikki tað. H71 skal fara við fyrra dysti sum ein fusari, ein áminning um, hvat kann henda, lyfta allir ikki í felag. Men eisini ein áminning um, at sjálvt tá ið vit spæla illa, tá eru vit kappingarførir.

Eingin spældi væl handa dystin, so um bara annarhvør ger tað ídag, so burdi gingið.

Tí tosa vit um nakrar tímar slettis ikki um tvey mál, men um ein dyst, ið skal vinnast. Síðani hyggja vit at máltalvuni at finna útav, um vit eru endaðir í hasi finaluni, øll Hoyvíkin hevur uppiborið at uppliva saman... ella ei. Bara so tit vita tað!

Eydnast ikki, so er hetta fimmta ella sætta ár á rað, at vit hava kiksað í hálvfinaluni í Coca Cola steypakappingini, enntá ímóti ymsum liðum. Ikki bara ergriligt, men katastrofalt.

Vit vilja í hasa finaluna, men tað verður ikki bara vilji, ið fer at gera av, hvør av H71 ella KÍF fer at hava eitt lukkuligt sunnukvøld og seinnameiri viku. Fyri ikki at tala um gott næsta vikuskifti. TAð verður hondbóltsspæl, teknikkur og heili.

Tað er um at koyra á okkara menn frá fyrsta bríksli; upphiting við meira verður fyri dyst, so tað er nú ella ongantíð.

Koyrið á okkara menn, so framtíðin gerst alt meiri svørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com