sunnudagur, 7. februar 2016

Dynamit-verja sendi H71 í finaluna


H71-Kyndil: 25-20 (14-7)


Skrivað hevur: Jan Sørensen

Myndir: Jan Sørensen

Ongin panikkur segði Halgir eftir dystin í Kollafirði, tá vit sløsaðu eina greiða leiðslu burtur. Helst visti hann, at H71 spælir betur við einum greiðum málsetningi, vinn ella forsvinn. Hetta sóu vit eisini í dag, dysturin var í realitetinum avgjørdur eftir 20 minuttum, men hetta vistu kollfirðingar ikki og díktu tí á í eini spinklari vón um, at tað sama fór at henda, sum hendi í Kollafirði hóskvøldið, men so varð ikki. Ennibergsverjan hevði longu avgjørt dystin, og dysturin endaði 25-20. Trý mál í yvirskoti samanlagt.

 

Dystargongd

Fyrstu løtuna runnu teir svørtu meira ella minni frá gestunum. Verjan tóktist sum ein múrur, og tað sá út, sum tað var ógjørligt hjá kollfirðingunum at koma ígjøgnum. Tað gingu heilir 23 minuttir, áðrenn KÍF spældi seg til nakað, vit kunnu kalla eitt “gjøgnumspælt” mál. Menn vóru øgiliga uppsettir og konsentreraðir, og málmunurin, sum kom beinanveg, kundi væl verið størri. Sum Tony Weihe greiddi Tróndi Arge frá eftir dystin, so var ringt at sleppa framvið verjuni, og eydnaðist tað, so tók Ári. Av tí at verjan var so góð, lá væl fyri at spæla bóltin skjótt niðan, og stóran part av fyrra hálvleiki var lítið spæl frammanfyri KÍF málinum, tí tað gekk so mikið skjótt at avgreiða álopini. Hálvleiksstøðan var 14-7 til H71.

Man kundi ynskt sær, at tað bara helt fram við góðu gongdini, men tað líkasum stabiliseraði seg, og KÍF byrjaði at líkjast meira sær sjálvum. Sum tað leið út í dystin, meira áræði fingu gestirnir og stríddust væl. Tað var ikki heilt óspennandi, sjálvt um munurin var stórur. Í fyrra hálvleiki koyrdi H71 við somu manning, meðan fleiri sluppu at royna seg í seinna hálvleiki. Peter Krog bleiv aftur mansvardur stóran part av dystinum, og til seinast valdu gestirnir eisini at taka Mark út, hetta fyri at avmarka skothóttanirnar hjá H71. Dysturin bleiv nakað meiri óruddiligur eftir hetta, men KÍF fekk meira burturúr enn H71.

Tað var heilt greitt í verjuni, at dysturin bleiv vunnin, og Sigmundur D, Helgi og Tróndur, saman við Ára standa sterkt eftir í minninum, og gjørdu eitt framúr arbeiði. Júst hvør var dagsins verjuhetja er tó ilt at siga. Somuleiðis í álopspartinum, men Mark hevði ótrúliga stóran týdning í dagsins sigri. Aftur í dag sást at Hilmar Leon hevur hondbóltsdygdir, sum vit fara at fáa góða nyttu burtur úr frameftir.

Tað var tó ikki bara gott alt. Tað skal arbeiðast hart á mentalu síðuni hesar seinastu dagarnar uppundir finaluna leygardagin. Allir menn mugu verða klárir, og tann ikki leikandi manningin aftanfyri má gera sítt allar besta, soleiðis at allir hava neyðuga gramleikan at vinna okkum finaluna.

Mótstøðuliðið leygardagin gjørdist Neistin, eftir at teir spældu ein framúr góðan seinna hálvleik móti StÍF í dag. Neistarnir hava ofta lagt fótonglar fyri okkum, men tað hava strandingarnir sanniliga eisini gjørt, so tað er ikki til at siga, um úrslitið av dystinum teirra millum var gott ella ring fyri okkum. Ein góðan dag kann tað gera tað sama, vit vinna á øllum tá vit vilja !!!

Hjartaliga tillukku við finaluplássinum, og koyrið nú fullan damp á H71 ketilin til leygardagin, soleiðis at maskinan koyrir 110 %.

Dómaraseðil

<!--@News:title-->


Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com