mikudagur, 10. februar 2016

Svartur leygardagur


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Leygardagur í Høllini á Hálsi er seniordagur + d18-dagur.

Kvinnufinalan byrjar kl. 13:30, mansfinalan kl. 16:00.

Svarti fjepparaherurin møtist í Bovlinghøllini á Hálsi kl. 13:00, klokkan trettan sharp. Tá byrjar upphitingin.

Har verður spenningur, rómi og gisningar um dystargongd fyri allar pengarnar. Andlitsmáling verður sjálvandi eisini.

Vit hava keypt máling og penslar, og eftirhondini duga damurnar so væl at mála, at tað sleppa tær bara at halda á við:)

Vit fara at býta finalublusur frá Bónus út í Bovlinghøllini, so vit í uppaftur størri mun enn vanligt taka okkum út sum ein.

Harumframt, eitt black-delight at kalla, fáa vit mennirnar á vitjan undan finaludystin. Teir koma, leikarar, venjarar, fysioterapeutur, styrkisvenjari og liðleiðarar, allir oman í Bovlinghøllina at heilsa uppá. Góður stílur!

Eisini heita vit á allar H71arar at skaffa sær klapparar. Hesir verða eisini at fáa í Bovlinghøllini frá kl. 13:00.

Tað verður lív, tit, Big Time LÍV. Rammurnar eru har, Maskinan er har, so nú er bara at Koyra á Maskinuna!

Framtíðin er svørt, so kolasvørt
!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com