hósdagur, 11. februar 2016

Ingi um steypafinaluna


Í samband við mansfinaluna í Coca Cola steypakappingini hevur heimasíðan heitt á Inga Olsen at koma við síni meting um liðini, hvussu tey eru fyri og, endaliga, hvør vinnur orrustuna.

Vit vilja fegin takka Inga fyri ómakin og ynskja Hondbólts-Føroyum eitt gott dystarupplivilsi og góðan leygardag á Hálsi.

Ingi skrivar soleiðis:

---

Ingi Olsen: 60/40 til H71


Leygardagin verður brak í høllini á Hálsi í Coca-Cola kappingini millum fremsta liðið í FTZ-deildini H71 og so Neistan.

H71 fekk eina flúgvandi byrjan uppá kappingina, men hevur í seinastuni víst, at eisini teir eru sárbarir og kunna væl tapa dystir.

H71 er tað liðið av øllum, sum er best fyrireikað til kappingina. Fysiskt er tað einki av hinum liðunum, sum stendur H71 kurl. Men hetta er tó ikki altíð nokk til at vinna ein dyst. Tað hava nakrir av seinastu dystunum eisini víst.

Nógv hongur á einstøkum leikarum – eisini hjá H71 – er mín meting. Peter Krogh er stórur fongur hjá H71, og hevur hann ein ringan dag, er trupult hjá øðrum at lyfta tann arvin. Eisini hin danin, Mark, er týdningarmikil leikari. Og so avgjørt ikki at gloyma Jónas, sum veruliga er komin fyri seg eftir knæskaðan seinasta ár. Jónas hevur flestu avleveringarnar til strikunar og er annars tann besti spælskiparin í FTZ deildini í løtuni.


Verjan hjá H17 er sera ágangandi. Fysiska fyrireikingin hjá liðinum ger, at tað skal leggjast nógv fyri, um ein skal sleppa ígjøgnum verjuna hjá H71. Vart verður oftani nakað framanfyri 6 metur linjuna – kanska ein defensiv 3-2-1 verja kundi ein møguliga sagt. Hetta slagið av verju setir krøv til mótleikarar, um at teir skulu rykkja nógv, samstundis sum hinir leikararnir leypa á. Verjan hevur verið sera góð í ár. Serliga tí at leikararnir eru so ágangandi og altráðir at takkla og flyta seg fyri hvørjum øðrum.

Skift verður nakað millum álop og verju, og tað ger, at skjótálopið missir nakað.

Neistin hevur havt eina sera trilvandi FTZ kapping. 2 teir fyrstu dystirnar móti H71 taptu teir heldur stórt, men seinasta dystin fyri jól spældu teir javnt. Tað er eitt sindur trupult at siga, hvat Neistin kann. Tann eina dagin vinnur liðið á toppinum, fyri síðani at tapa rímiliga stórt aftur. Liðið svingar nógv.

Í Coca-Cola kappingini hevur liðið tó víst seg sum eitt satt meistaralið. Kanska hava teir sæð, at skulu teir fáa nakað burturúr í ár, so er tað helst í Coca-Cola kappingini.


Ein lykil, til at tað hevur gingið so væl, er, at málmaðurin stendur sera væl. Verjan hjá Neistanum við Jugoslav á odda er góð, og klára teir at halda H71 frá at renna kontra, so kann hvat sum helst henda.

Rói B. Hansen er í sera góðum formi, og tað koyrir sera væl hjá honum. At hann kann renna allar 60 minuttirnar og fær nógv løtt mál uppá kontra kann vera ein avgerandi lykil til, at Neistin klárar at hanga í H71.

Eftir at StÍF í nógv ár var í steypafinaluni, yvirtók Neistin í fleiri ár teirra pláss. Síðan 2009 hevur Neistni verið í fimm finalum, og hetta verður so teirra sætta. So teir kenna, hvat skal til. Seinasta ár vóru teir avgjørt ikki favorittar, men taptu hóast tað bert við einum máli.

Eg rokni tó ikki við, at Neistin klárar at vinna á H71. Skal eg seta % á, so vildi eg sagt, at 60/40 til H71.

Góðan dyst,
Ingi Olsen


---

Greinina kanst tú eisini taka niður í PDF-sniði her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com