leygardagur, 13. februar 2016

Lurta, um tú ikki ætlar at vinna


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- tá fer onkur annar at gera tað!

Tá alt kemur til alt, er finalan um nakrar tímar um nakað væl meiri enn bert ein dyst, eina finalu, um gull.

Tú skalt vita, at tú spælir ikki bara fyri teg sjálvan, tínum liði, tíni systir, tínum beiggja, foreldrum ella felagi.

Nei, tú spælir fyri øllum teimum, ið nakrantíð hava trúð upp á teg. Tú spælir fyri Hoyvíkina.

Hoyvíkin roknar við, hon krevur!, at tú fert at stríðast, inntil tú ikki megnar at stríðast meira. Og tá er tað, at tú heldur á at stríðast. Tú fert kanska at liggja niðri eina stund, men tú fert at reisa teg, og tú fert at stríðast uppaftur meira.

Sært tú, lívið, eins og hondbóltur, er ein spurningur um marginalar. Ein marginalur ger av, hvørt tú ert ein vinnari ella ein tapari, ein 2ari.

Um tú ætlar tær at skaffa Hoyvíkini æru og heiður, tá mást tú stríðast fyri hvørjum marginali, hvørjum lúsa sentimeturi. Tak einki fyri givið, men halt á við at stríðast.

Hetta handlar ikki um hitt liðið. Tað kann gera tað sama, hvussu forvirrandi sirkulglaðir teir á hinum liðnum verða... so hvørt sum teir uppliva onkra viðgongd. Tað handlar ikki um at leggja taktikk ella líkinda stríðsætlan ímóti metafysiskari frøi. Hugsa ikki um—vælsignaði, hugsa ikki um!

Nei, spyr teg sjálvan, spyr teg sjálvan, hvat tú hevði gjørt, hevði tú vitað, at hetta var tín síðsti dagur her á fold. Hvat hevði tú gjørt?

Ert tú eins og hasi, ið trúgva uppá teg, tá stríðist tú fyri tínum heimstaði, fyri H71 og Hoyvík, um tað so ger, at ondin blakast í tær.

So gert tú tað, ið skal til, soleiðis at dagurin í dag verður besti dagur í tínum lívi.

Vit eru H71, vit eru øll H71, og vit hava álit á tær... og tað er tað, tú skalt vita.

Hoyvíkin er við tær!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com