fríggjadagur, 7. juni 2013

Seks H71arir á U19-landsliðið til European Open


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Um knappan mánað, í døgunum frá 30. juni til 6. juli, verður European Open í Gøteborg.

Hetta er eginliga ein partur av víðgitnu Partille-kappingini. Annaðvhørt ár skiftast kvinnur og menn at kappast, og í ár eiga mennirnir tørn. Alt í alt kappast 22 lond um evropeiska tittulin.

HSF gjørdi av at satsa uppá henda árgang nettupp fyri at geva hesum aldursbólki hóskandi avbjóðingar og nakað at gleða seg til, og European Open í Partille er ein uppløgd kapping at royna seg í. Um ikki einstaklinga-ítrótti, tá er tað í numeriskt minni ítrótti, Føroyar kunnu gera seg galdandi við tíðini, við miðvísum og ambitiøsum ætlanum, sum aftur krevja tol.

Fyri H71 eru Tóraldur Kollsker og Tróndur Arge, sum vit kenna frá AA-liðnum, har teir hava gjørt tað gott seinasta árið. Umframt teir báðar er Oddur Bech, ið regluliga hevur vant við fremstu deild, og spælt dystir við næstbestu. Eisini eru Djóni Højgaard og Pætur Thomsen, ávikavist ein arbeiðssamur leikskipari og vinstrahent stórtalent. Og alrasíðst er sterki verju- og strikuspælarin Helgi H. Hoydal, sum jú er svartur sum fáur, hóast hann nú hevur verið á hondbóltsakademii í DK í eitt ár, og opinberiliga heldur fram eitt ár afturat at útmerka seg áðrenn, fyri H71, ynskta heimkomu.

Teir úttiknu fara úr Føroyum hósdagin 27. juni við beinari leið til Sport Academy Viborg, har venjingarlega verður, áðrenn leiðin gongur til Gøteborg um Frederikshavn.

Og tað er jú í sama býi, hesum næststørsta býi í Svøríki, at Partille-kappingin er, og tað um sama mundið. Frá at hava verið í útkantinum av býnum, er Partille-kappingin flutt mitt inn í býin við hepni.

Kappingin liggur mestsum bókstavliga uppat tí staði, European Open er. Men har Partille er uttanveggja, á annaðhvørt grasi ella graslíki (eins og á tí framúr bletti, ið er Eysturvøllur!), er U19-kappingin inni í ítróttarhøll.

So fyri tey av okkum, ið hava ov mikið at gera við at fylgja við okkara egnu liðum á Heden, Valhalla og Kviberg, ella hvat alt nú eitur, er apsalutt einki til hindurs fyri at fara yvir í høllina at stuðla hesum føroyska ungdómslandsliði, har H71 so sirka eiga meiri enn ein góðan triðjapart.

Høvuðsvenjari hjá ungdómslandsliðnum er Kári Nielsen; við sær hevur hann Birgir Hansen, sum vit í H71 eisini kenna væl, og so Boga Henriksen sum málmansvenjara. Kortini, fyri tað verður eitthvørt slag av fólksligari styrki kærkomin, tí tað er ikki nøkur hvønndagssuppa av mótstøðuliðum, Føroyar skulu berjast ímóti. Vit tosa Danmark, Finnland, Slovenia, Sveis og Estland. Estland er reytað næstniðast í okkara bólki, og er hesin dystur samtíðis fyrsti dystur hjá føroyingum, og verður spældur mánadagin 1. juli kl. 12 í Lisebergshallen.

Onkur av hesum londum ljóða kanska ikki av tí stóra. Taka vit Sveis, tá veit eg meiri um mannfólkadiskriminerandi kulturin í Womens Society, enntá Húsmøðrafelagnum, ið ivaleyst brýtur allar "javnstøðu"-fatan hjá vinstravonginum, enn hatta tikk-tokkandi plássið í alpunum. Eg veit tó, at tað er ímóti kríggi per se, altso Sveis, og er neutralt í øllum konfliktum, ein harmleysur og moralskur veiklingur, ein tedrekkandi og træklemmandi hippi í dollarkrevjandi Dr Martens-skógvum, ið ikki trýr uppá vápnasølu, men sum samtíðis er á tremur við vápnum, automatiskum og hálvautomatiskum og, ja, ... uppaftur minni automatiskum uttan enn hava upplivað nakað skúlaskjótarí. Sig so tað.

Men taka vit Slovenia, tá vóru teir finalistar í 2007, har teir taptu ímóti Svøríki; til næstu kapping, í 2009, vunnu teir kappingina, tá á einaferð imperialistunum úr Portugal. Nakrir aðrir imperialistar, Danmark, sum sambært føroyingum toppa alt, líka frá skúla og ísframleiðslu til asfaltering og framleiðslu av bummullartøppum, hava tó ikki vunnið nakað sum helst síðani 2005, tá kappingin byrjaði, ikki eingong bronsu.

Í 2011 vann hinvegin landið, nakrir danir hava tørv á at hata, Svøríki, har teir bukaðu Kekkia 41-25 í einum málríkum finaludysti. Hvussu er og ikki, spennandi verður.

Vit ynskja Kára og kompaní alt tað besta í Svøríki... og nú, forrestin, eru tað bert 24 dagar til Partille-kappingin byrjar:)

Koyr á Føroyar, koyr á H71!!!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com