fríggjadagur, 26. februar 2016

7 dystir eftir


Skrivað hevur: Agga Niclasen

- avgerandi vikuskifti... fyri KÍF

Sunnudagin verður dystur í Kollafirði. Vinna vit hann, so er tað líka harum, at vit kunnu gleða okkum til enn eina spennandi FM-finalu. Finalur.

Kollfirðingar bjóða til dyst klokkan 16, og um somu tíð ger Neistin tað sama við vestmenningar. Av tí at hasin dysturin ímóti Neistanum helst verður eitt sindur lættari enn vanligt, eftirsum at teir bláu ikki hava nakað sum helst at stríðast fyri, so má KÍF vinna henda dyst.

Óstrategegisk indianaragleði røkkur bara so langt, right!, og serstakliga, tá viljin ikki fylgir við, hvat hann treyðugt ger, líta vit at stigatalvuni hjá Úrslitatænastuni. 13 stig. 10 stig til finalupláss. 7 dystir eftir. No Can Do.

Hjá okkum ræður um at halda góða stiman frá aðru hálvfinalu í Coca Cola-steypakappingini, síðani øðrum hálvleiki í finaluni í somu kapping, og so hvørt byggja upp til eitt møguligt FM-finalu-umfar ímóti vestmenningum.

Gamaní, kollfirðingar hava heimadyst ímóti VÍF medio apríl, men teir mugu dúva uppá onnur lið. At vit, til dømis, gera av við VÍF á heimavølli um gott og væl tríggjar vikur.
Men trupult verður hjá kollfirðingum, um teir tapa fyri okkum sunnudagin. Moralurin er ikki tann sami. Ella, tað eigur hann ikki vera. Ikki eftir slíkan lúsing sum handa, teir fingu frá sínum historisku illviljamonnum fyri norðan. 28 - 16. Ouch!

Eg trúgvi, eg veit, at Kyndlamenn, heldur enn at koyra norðurum at hyggja at All Blacks vs Sigurbjørnsson et al, fara niðan á Háls at krossa tað, ið krossast kann í tí pisuligu vón, at Neistamenn basa VÍF Inc.. Vinna dreingirnir hjá Jónleifi, ella taka stig, so er einki at taka seg aftur í: so er tað nú vindorkan, ikki vespurnar í Assu-fløskuni, ið eru størstu biðlar til FM-finalurnar. Saman við VÍF. Ikki KÍF.

Spennandi verður, og hevði eg verið í vindinum, so hevði eg heldur farið til Kollafjarðar, brúkt bensinið, ið skal til, tí so fært tú eitt ting og sleppur undan einum øðrum: tú fært gott kaffi, og skuffukøku, og tú sleppur undan hasum individs-krenkandi plaststólunum. Og festligar vaktir.

Gott hondbóltsvikuskifti.

Koyr á Maskinuna, tí framtíðin er svørt, so kolasvørt!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com