mikudagur, 12. juni 2013

Partille-bólkarnir klárir


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Tey fanatisku, venjarir við stuðlum, hava glett seg til gjáradagin, tá ið bólkabýtið skuldi kunngerast.

Eg bleiv uppringdur beint í ellivu við teim boðum, at dótturin skuldi spæla ímóti russum (Volgograd City) og skandinavum (einum norskum liði, einum donskum og trimum svenskum); ein, at síggja til, rættiliga sterkur bólkur.

Tú finnur hesar upplýsingar við at fara inn á www.partillecup.com, trýsta á "Gruppindelning ute nu" undir Nyheter, ella við at trýsta á Spelschema, og síðani skriva "H71 Girls 10", um tú ert altráur eftir at finna útav, hvørjum gentur 10 skulu spæla ímóti.

Og upplýsingar um H71 sum heild eru her.

Til tykkara kunnleika kann eg so fortelja, at ungu damurnar eru í Bólki 2 útav íalt trimum bólkum hvør við sínum íalt sjey liðum. Mótstøðan verður einamest svensk, men Strandby-Elling IF bjóðar tó eisini av.

Taka við dreingir 16, tá gerst mótstøðu-myndin hvaðna meiri altjóða. Bólkarnir eru heili 14 í tali, meðan knassarnir úr Hoyvík skulu spæla í bólki 10 (H71 1) og 14 (H71 2), har H71 1 eitt nú kemur at møta einum suðurkoreanskum liði, Korea Youth National Team... sum hóast tess innfødda er eysturásiatiskt.

Annars, fyri bæði liðini, eru íslendignar og skandinavar á skránni. H71 2 møtir einum týskum liði úr Zveibrucken, sum jú liggur í vakra Rínlandnum lúkst át franska markinum sunnalaga í tí, sum fyrr var tann demokratiski parturin av Týsklandi, Vesturtýskland at navni.

Akkurát nær vit skulu spæla ímóti hvørjum verður kunngjørt seinni, sonevnd spæliætlan ella 'fixture list'.
Um ikki allastaðni, tá er tað fyri tað mesta galdandi, at trý tey ovastu liðini koma víðari í A-umfarið, meðan hini liðini, ið júst ikki kláraðu tað, spæla í einum B-umfari.

Hvussu er og ikki, tá eru øll liðini tryggjað nógvar dystir, og neyðugt er at dussja seg tvørturígjøgnum dystin við vatni (spann og svampur umframt vatndunk er viðmælisvert!), tó so at tú ikki gloymir at verja konsentrerað og byggja álop upp.

Og nú eru so bara 19 dagar til kast-off!



 



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com