mikudagur, 16. mars 2016

Besta skoritrikk er at hanga nóg longi


Tað sigur Petur Dahl í elektriska stólinum.

Hetta kappingarárið lækkar móti endanum, og nú eru einans 4 dystir eftir í grundspælinum, harav 2 heimadystir.


Og leygarkvøldið verður tann eini av hesum spældur heima í Hoyvíkshøllini.

 

Tað er sera sannlíkt, at vit koma at møta VÍF í finalu-dystunum, so hesin heimadysturin verður líkasum ein undan-finala. Og tó, tað velst um, hvat liðini bæði leggja í hendan dystin.

 

Í sambandi við hendan heimadystin er nýggjur leikfaldari gjørdur.

 

Oddagreinin umrøður hetta at koma í finaluna og sokallaðu "under-dog"-effektina og so eisini tað, at avrikini í ár hava verið ov misjøvn.

 

Í elektriska stólinum heldur Petur Dahl, at Niklas Højgaard er størsta drama-queen - og so klárar hann ikki ordiliga at svara upp á, hvørjum kvinnu-leikara hann hevur roynt eftir...

 

Neistin kann í ár hátíðarhalda, at felagið hevur verið til í 85 ár, og Kyndil - nakað yngri - kann hátíðarhalda sín 60 ára dag.

Sunneva Jakobsen, forkvinna H71, hevur eina heilsu til Neistan, og Bergtóra Høgnadóttur, nevndarlimur í H71, ber fram heilsu til Kyndil.

Faldarin verður sum vanligt borðin í øll hús í Hoyvíkshaganum. Men tað ber eisini til at lesa hann her.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com