mikudagur, 16. mars 2016

Á odda í 8 deildum


Skrivað hevur: Agga Niclasen

Vit kláraðu okkum heilt suverent í steypakappingini. Men hvussu gongst í landskappingini?

Her stendur fyrimyndarliga væl til. Av 8 møguligum deildum, inkludera vit 1. og 2. deild menn, so eru vit á odda í 6 av 8 deildum.

 

Írestandi deildirnar, d16 og 18, har eru vit nummar tvey. Ikki so galið.

 

Taka vit kvunnupartin, so eru har 6 deildir. Har eru vit umboðað í 5 teirra. Ongin Hvonn-deild. Av teimum 5 eru vit á odda í gentur 17 og gentur 10. Í tveimum deildum.

 

Tað kann tó blíva til tríggjar út av fimm deildum leygarmorgunin. Hetta, tí at leygarmorgunin spælir A-liðið hjá okkum ímóti nummar 1 í bólkinum, í landskappingini, ið er VÍF.

 

Gellurnar spæla klokkan 10, og tað er í Hoyvíkshøllini. Á heimavølli. Vinna vit, bara vinna!, so eru vit nummar eitt, og tað verður helst so, endaliga støðan fer at hátta seg, tá kappingin er lkin og FM-ið skal tillutast.

 

Spennandi.

 

Gentur 14 eru nummar 3, og kunnu á hampadegi gevi bæði nummar eitt og tvey skarpan gang. So væl stendur til.

 

Og fyri ikki at nevna ørgrynnuni av b- og c-liðum, sum øll klára seg væl. Menningin og stuttleikin og felagsskapurin er avgerandi, men tað er altíð feitt við metalli.

 

Koyr Á Maskinuna!



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com