leygardagur, 16. apríl 2016

So eru tað finalurnar


H71-KÍF: 31-26


Mynd: Savnsmynd

Seinasti "vanligi" dysturin í FTZ-kappingini hjá okkara monnum varð leiktur heima í Hoyvík í dag.

Mótstøðuliðið var KÍF. Hvørki liðið hevði nakað sum so at spæla fyri uttan heiður og æru, og dysturin var eisini nakað linligur og til tíðir óruddiligur.

Ikki tí, kollfirðingar eru kendir fyri at spæla til tað síðsta, og so var eisini hesaferð. Men hjá kollfirðingum rakk tað kortini ikki til meira enn eitt sigursúrslit til okkara menn á 31-26.

 

Ein leikari hevði "debut" á FTZ-liðnum í dag: blaðungi Niklas  Højgaard Hanusarson var inni  stóran part av seinna hálvleiki, og í seinasta sekundi av dystinum syrgdi hinir leikararnir fyri, at hann fekk bóltin, sum hann síðani hegnisliga  setti í málið. Góð byrjan :)

Og eftirsum tú kanska spyr: Niklas er sonur Eyðfríð Jakobsen og Hanus Højgaard.

 

Nú eru finalurnar móti VÍF eftir. Tann fyrra verður í Vestmanna mikukvøldið, og tann seinna leygarkvøldið í Hoyvíkshøllini. Klokkutíðirnar eru ikki heilt avgjørdar enn.

 

Men okkara menn hava brúk fyri øllum styrki, eisini tínum.

So set tú tær bara mikukvøldið av sum tað fyrsta. Væntandi fara bussar frá Hoyvíkshøllini til Vestmannar.

Lýst verður nærri við hesum her á heimasíðuni fyrsta dagin.



Bústaður


Hondbóltsfelagið H71
Hoyvíkshøllin
Postsmoga 1067
FO-188 Hoyvík

Nevnd og ábyrgdarpersónar

 

  Nevnd      
  Anna Dam Forkvinna 519082 AnnahDam@iCloud.Com
  René Dahl Olesen   235930 ReneDahlOlesen@gMail.Com
  Emy Sólvitsdóttir   513769 EmyS@Olivant.Fo
  Ann-Mari B. Mouritsen   214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Símun Poulsen   517220 Simun@vh.Fo
  Eyðun Joensen   792640 EyJo@Taks.Fo
  Jóhan Lamhauge   521975 Lamhauge@HotMail.Com
  Alfred Jacobsen   723700 AlfredJacobsen@gMail.Com
  Beinta Fossadal   288913 BeintaFossadal@Hotmail.Com
         
  Ann-Mari B. Mouritsen Heimasíða 214452 Ann-Mari@Olivant.Fo
  Djóni Gaard Joensenn Samskipari 504488 H71Umsiting@gMail.com